Her er ítøkiliga ætlanin hjá Kaj Leo um mekling millum Ukraina og Russland

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at uttanveltaði leikluturin hjá Føroyum er altavgerandi um vit skulu kunna gerast meklarar millum stríðandi partarnar

(Mynd: kvf.fo)
Ragnar Sjúrðarson
23. januar 2023 kl. 14:27

Fyrrverandi løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur skotið upp, at Føroyar skulu bjóða seg fram at mekla millum Russland og Ukraina. Vit hava spurt hann nærri um hetta. 

-    Eg skal viðganga, at hetta er sera stórt hugsað. Íslendingarnir løgdu hús til friðarsamráðingar millum Reagan og Gorbachev í 1986, so tað ber í teoriini til. Vit hava eina sendistovu í Moskva, hon kundi sum tað fyrsta farið undir at kanna møguleikarnar fyri mekling.

Tú ert ikki tann fyrsti politikarin sum tosar um at samráðast um frið í Ukraina, forsetin í USA, Joe Biden, segði seg í desember í fjør vera hugaðan at samráðast við Putin um at enda kríggið. Emmanuel Macron hevur áður sagt at “vit vilja arbeiða fram ímóti einum sigri fyri Ukraina í krígnum, ella vilja vit samráðast og koma fram til eina niðurstøðu, sum Ukraina kann góðtaka”. Hví skuldi tað verði vit sum blivu friðarmeklarar tá hesi stóru londini hava tosað um tað og ikki megnað tað?

- Hesin lítli prikkurin í atlantshavinum hevur, um vit vilja tað ella ikki, eina drúgva søgu saman við gamla Sovjetsamveldinum og Russlandi. Tað hevur sera nógv at siga, um Russland sær londini sum vinir ella fíggindar. Nú havi eg havt nakrar fundir í New York og Grønlandi við Sergey Lavrov, sum hevur verið uttanríkisráðharri í Russlandi síðan 2004, og teir liva í einum heilt øðrum heimi enn vit gera. Eg forkláraði fyri honum tá, at reint søguliga eru vit tað fyrsta landið í Vesturheiminum, sum gjørdi avtalur við gamla Sovjetsamveldið um okkara fiskiskap og tað gongur heilt aftur til 1977. Síggja russar og ukrainar okkum sum vit eru í parti við nøkrum? Slett aldeilis ikki.

Kaj Leo Holm Johannesen heldur ikki, at væntandi royndirnar hjá Føroyum innan slíkar samráðingar eru ein forðing

- Tá vit fóru í handilskríggj við ES um makrelin í 2014 tá høvdu vit ongar royndir. Vit høvdu sera dugnalig fólk við okkum og tað vit manglaðu keyptu vit. Vit keyptu serfrøðingar og vitan og saman vunnu vit okkum rættin til størri kvotur. Fyrst og fremst haldi eg, at boðskapurin um at her liggur eitt fulkomiliga uttanveltað land í Atlantshavinum, sum er til reiðar at fáa eina semju í lag skal verða tann, sum verður umrøddur, áðrenn vit fara í smálutir.

Kunnu okkara royndir við stríðnum um makrelin frá 2014 samanlíknast við at mekla frið millum Ukraina og Russland?

- Eg veit, at mann ikki kann samanlíkna eitt kríggj við fiskikvotur, men kortini er tað talan um altjóða ósemjur sum vit loystu. Tí kunna royndirnar frá 2014 hjálpa okkum.

Kaj Leo heldur tað vera ógvuliga umráðandi, at Føroyar varðveita sín uttanveltaða leiklut.

- Norðmenn hava verið óførir at mekla í Ísrael í nógv ár. Tað sum var alt avgerandi hjá teimum var teirra uttanveltaði leiklutur.

Kaj Leo Holm Johannesen útilokar ikki at stuðla báðum londunum eftir førimuni, men mest umráðandi fyri fyrrverandi løgmann, er at varðveita uttanveltaða leiklutin hjá føroyingum.

- Eg fari avgjørt ikki at útiloka, at vit kunna stuðla bæði Russlandi og Ukraina fíggjarliga, eftir førimuni. Vit kunna ikki bjóða okkum fram sum uttanveltað, um vit ikki síggja áhugamálini hjá báðum londunum. Vit kunna ikki bara stuðla einum landi og síðani bjóða okkum fram sum meklara. Tað er ongin ivi um, at Føroyar verða sæddar sum uttanveltaðar í løtuni og tann leikluturin skal varðveitast.

Kaj Leo Holm Johannesen slær hart niður á tað at stuðla við vápnum.

- Ongin vinnari kemur burturúr at stuðla við vápnum, so verður tað kríggjast til seinasta mann. Tað er ongin loysn at missa fleiri fólk, einasta loysnin sum er eftir er tann diplomatiska loysnin.

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at bólturin nú liggur hjá løgmanni, Aksel V. Johannesen og Høgna Hoydal, uttanríkisráðharra. 

- Í síðsta enda er tað upp til løgmann og uttanríkisráðharran. Teir hava møguleikan, at bjóða royndum politikarum, fólkum sum kenna eitt sindur til hesi viðurskiftini at kanna okkara møguleikar. So kundi mann byrja at tosa um frið í staðin fyri at tosa um kríggj.