Tað verður Annika Magnussen Gaard, sum verðyr nýggjur prestur á Tvøroyri. Søkt varð eftir presti í summar og nú er avgerð tikin um at seta hana í starv.
Hon verður prestvígd í Dómkirkjuni næsta sunnudag, tað er 17. september og hon tekur við starvinum á Tvøroyri 1. oktobur.
Annika er 33 ára gomul, og er úr Tjørnuvík. Hon bleiv kandidatur frá teologisku deildini á Universitetinum í Keypmannahavn seinasta summar.
Seinasta heyst gekk hon á Pastoralseminariinum, har hon var í starvsvenjing í kirkjuni í Vangede.
Mannagongdin, tá eitt embæti sum sóknarprestur verður sett, er, at kirkjuráðini velja prestin og gera eina innstilling. Landsstýriskvinnan í kirkjumálum setir sóknarprestin í embætið. Biskupur er fyrisitingarligur leiðari.
Siðvenjan er, at prestvígslan er í Dómkirkjuni, tí hon umboðar tað yvirskipaða og alheimskirkjuna. Seinni skipar dómprósturin prestin í embætið í sóknarkirkjuni.
Tá verður prestur sóknarprestur, tað er, at hann verður bundin at síni egnu sókn og fær kallið í sínum egna nærumhvørvi.
Innsetingar gudstænasta, har Annika verður skipað í embæti, verður í Tvøroyrar kirkju í fyrru helvt av oktober.
Í Suðuroynni eru tríggir sóknarprestar, sum arbeiða saman í einum toymi.