Liverpool nærkast nýggjum venjara

Sambært týska miðlinum Sky Sport hevur Liverpool gjørt eina munnliga avtalu við avloysaran hjá Klopp

Fríðmundur Nattestad
10. apríl 2024 kl. 15:30

Týski venjarin hjá Liverpool, Jürgen Klopp, kunngjørdi fyrr í ár, at hann gevst í felagnum eftir hetta kappingarári.

Hesi gott níggju árini Klopp hevur sitið við róðrið, hevur hann megnað at fingið Liverpool aftur á ovastu rók. Við Klopp á odda hevur Liverpool spælt seg í heili tríggjar Champions League finalur, har tann eina var vunnin, og í 2020 vann felagið sítt fyrsta meistaraheiti í 30 ár.

Tað verða tí sera stórir skógvar, ið skulu fyllast, hjá tí venjaranum, sum í summar skal taka yvir eftir Klopp. Gitingarnar um hvør tað skal vera hava verið nógvar, og ta eina løtu tyktiskt tað sannlíkt, at tað fór at gerast fyrrverandi Liverpool-leikarin Xabi Alonso. Hann kunngjørdi tó fyri stuttum, at hann heldur fram í Bayer Leverkusen í eitt kappingarár afturat.

Nú skrivar týski miðlin Sky Sport, at Liverpool hevur gjørt eina munnliga avtalu við Rubem Amorim, sum í løtuni er venjari hjá portugisiska felagnum Sporting.

Sambært týska miðlinum er talan um eina trý ára avtalu, men Liverpool og Sporting mangla enn at gerast samd um eina fíggjarliga kompensasjón.

Ruben Amorim er 39-ára gamal, og hevur staðið á odda fyri Sporting síðani mars í 2020. Hann vann meistaraheitið við felagnum í 2021, og hevur vunnið steypakappingina tvær ferðir.