Hesin er møguliga tann næsti James Bond

Aaron Taylor-Johnson er m.a. kendur úr filmum sum Kick-Ass og Avengers

Mynd: Getty Images
Fríðmundur Nattestad
19. mars 2024 kl. 17:40

Daniel Craig, sum hevur spælt James Bond í teimum seinastu fimm filmunum, boðaði í 2021 frá, at hann ikki fór at halda fram í leiklutinum.

Nú vilja keldur hjá bretska miðlinum The Sun vera við, at tað verður sjónleikarin Aaron Taylor-Johnson, sum verður tann næsti í longu røðini av viðurkendum sjónleikarum, sum hava spælt leiklutin sum MI6 njósnarin, James Bond.

- Eg síggi tað sum ein stóran heiður, at fólk síggja meg sum tann næsta James Bond, segði Aaron Taylor-Johnson í samrøðu við The Sun í farnu viku.

Tíðindini eru altso ikki váttaði enn, men tað er eftir øllum at døma nógv sum bendir á, at Aaron Taylor-Johnson verður tann næsti James Bond.

Enn er ikki greitt nær tann næsti James Bond filmurin verður framleiddur.