Hesin tunnilin verður heilt óvanliga dýrur

Politikarar løgdu hart trýst á fyri at fara undir Fámjinstunlinum - og kanska er tað hetta, vit nú rinda prísin fyri

Áki Bertholdsen
15. mai 2024 kl. 11:40

Tað er greitt, at Fámjinstunnilin verður ein óvanliga dýrur tunnil. Tað staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum. 

Fleiri óhapp hava verið í tunlinum og nú verður mett, at hann kann takast í brúk í apríl næsta ár, ella kanska eitt sindur fyrr, gongur tað heilt væl. Tað er næstan eitt ár seinni enn upprunaliga ætlað. 

Orsøkin til seinkingina er, at tey hava havt fleiri óhapp, og tríggjar ferðir eru stórar nøgdir av gróti rapaðir undan loftinum. Av tí sama hava tey eisini gjørt serliga nógv burtur úr at tryggja tunnilin so hvørt.

Tað var longu frammanundan greitt, at tað fór at verða ein avbjóðing at bora tunnilin, tí fjallið, har tunnilin er boraður, er serstakliga ringt.

Í morgun vildi Johan Dahl, tingmaður fyri Sambandsflokkin hava at vita, hvusus gongur við tunlinum.

Dennis Holm sigur, at nú eru 63 metrar eftir at bora og gongst sum ætlað, fer tað at taka tríggjar vikur.

Orsøkin til tað er, at tey vita longu nú, at metrarnir, sum eru eftir at bora, verða serstakliga truplir, tí har er fjallið upp aftur leysari enn tað hevur verið, og tí verður borað og sprongt í smáum.

Av tí at tey longu frammanundan vistu, at fjallið var ringt at bora í, var ríkiligt lagt upp fyri, tá ið Løgtingið játtaði pening til tunnilin.

Tí vórðu 207 milliónir settar av, men skjótt varð greitt, at tað fór ikki at vera nokk - verri enn so. Tí vórðu 45 milliónir játtaðar afturat, so nú eru 252 milliónir tøkar til endamálið.

Men. Dennis Holm sigur, at helst verður neyðugt við eini eykajáttan afturat, men hvussu nógv talan verður um, fara tey ikki at meta um, fyrrenn tunnilin er boraður ígjøgnum, tí tá eru alt kalla ongar óvissur eftir.

Fámjinstunnilin er 1.200 metrar, men sostatt er tað enn óvist, hvussu nógv tunnilin fer at kosta. Men landsstýrismaðurin ásannar, at hann verður óvanliga dýrur og fer at kosta nógv meiri fyri meturin enn Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, kostaði.

Dennis Holm leggur afturat, at undir seinastu samgongu løgdu politikar hart trýst á fyri at fáa tunnilin gjørdan. Og tað er kanska tað, vit nú rinda prísin fyri.

– Kanska skuldi vit havt givið okkum eitt sindur betri tíð fyri at kanna, um tunnilin ikki hevði ligið betri við eini aðrari linjuføring, sigur Dennis Holm.