Hetta er ov vánaligt av samgonguni

Politikarar mugu seta eina lóg í gildið fyri at verja teir - ímóti sær sjálvum

Áki Bertholdsen
1. september 2023 kl. 14:00

Í ár verður hallið á fíggjarlógini 30 milliónir og næsta ár verðiur tað einar 202 milliónir.

Soleiðis metir Búskaparráðið um útlitini í ár og næsta ár.

– Tað er lítil ivi í, at eitt hall á fíggjarlógini í ár og næsta ár, ikki er nóg væl frágingið, sigur Búskaparráðið.

Tey hugsa serliga um, at føroyski búskapurin framvegis er í vøkstri við metlágum arbeiðsloysi og inntøkurnar hjá landskassanum hækka.

Tí mælir Búskaparráðið til, at vit fáa eitt fíggjarpolitiskt regluverk. Í stuttum er tað ein lóg, sum ásetir, at útreiðslurnar kunnu ikki veksa meiri enn eitt ávíst um árið.

Sostatt er hetta ein lóg, sum - at kalla - skal verja politikarar ímóti sær sjálvum.

– Hesi seinastu nógvu árini hevur gongdin í almennu nýtsluni og íløgunum verið soleiðis, at tá ið inntøkurnar hava verið stórar, hevur nógv verið brúkt og øvugt. 

Verður alt avlopið brúkt tey góðu árini, verður oftani spart tá búskapurin er í afturgongd, og sostatt verða ringar tíðir gjørdar enn verri. 

Sostatt hevur førdi fíggjarpolitikkurin økt um sveiggini í búskapinum. Tað er umráðandi at tað almenna ístaðin virkar stabiliserandi við støðugari gongd í rakstri og íløgum, tí búskapurin sveiggjar frammanundan av øðrum orsøkum.

– Hetta vísir, at tað er torført hjá politisku skipanini at standa ímóti og ikki at økja um nýtsluna í góðum tíðum. 

– Harvið hevur fíggjarpolitikkurin ført til at økja trýstið á búskapin tey góðu árini, sigur Búskaparráðið.

– Fíggjarpolitiska regluverkið skal so lætta um trýstið á politikararnar at økja almennu nýtsluna og íløgurnar, tá ið tað gongur væl í búskapinum. 

– Tað førir til avlop í góðum árum, so tað ikki er neyðugt at skerka so nógv í ringum árum, sigur Búskaparráðið.

– Somuleiðis eigur politiska skipanin at framskriva almennu inntøkurnar og útreiðslurnar, so hvørt sum politisk tiltøk verða skotin upp. 

– Verður skotið upp at lata ein skattalætta, skal tað ikki bert roknast út, hvat hann kostar í tí árinum, hann verður settur í verk, men eisini, hvat hann kostar um 10 og 20 ár. 

– Á henda hátt verður tað sjónligt, hvat skattalættin í roynd og veru, kostar, sigur Búskaparráðið.

Ein slík mannagongd avdúkar eisini um inntøkurnar og útreiðslurnar javnviga í framtíðini. Ein framskriving fer nevniliga at vísa, hvussu stórur tørvurin er á at gera nýskipanir og sparingar.

– Hevur eitt politiskt uppskot við sær, at inntøkurnar ikki javnviga við útreiðslunum í framtíðini, skal uppskotsstillarin svara fyri, hvussu hann ætlar at fáa javnvág aftur millum inntøkurnar og útreiðslurnar, sigur Búskaparráðið.