Hetta er stóri dreymurin hjá teimum á Toftum

Ætlanin er at byggja eina risastóra ítróttarhøll við rennibreyt – og fótbóltsvølli í fullari stødd

Áki Bertholdsen
21. november 2023 kl. 11:00

Á Toftum bróta tey enn eina ferð upp úr nýggjum.

Á Toftum hava tey áður gingið undan við at fáa umstøður til ítrótt til vega Við Oyggjarleikirnar 1989 var Svangaskarð ein fyritreyt fyri at leikirnir vóru í Føroyum, tí har var bæði vøllur og breytir til Frælsna ítrótt.

Og grasvøllurin á Svangaskarði var fyrsti heimavøllur hjá fótbóltlandsliðnum eftir minniliga dystin í Landskrona.

Og nú ætla tey sær at taka næsta stigið í menningini. Og tað er einki minni enn at byggja allan fótbóltsvøllin, og allar rennibreytina, inni.

Ætlanin er nevniliga at reisa eina høll rundan um niðaravøll á Svangaskarði.

Verður tað veruleiki, fer at bera til at venja fótbólt á fullum vølli, og at íðka frælsan ítrótt, innandura alt árið, sama hvussu veðrið er.

Landskassin hevur áður játtað FSF fimm milliónir til eina fótbóltshøll, og nú heita tey á Løgtingið um at halda fram at stuðla ætlanini. Tey leggja nevniliga dent á, at hetta er ein høll, sum verður fyri alt landið.

Svangaskarð er beint við Eysturoyartunnilin og sostatt liggur høllin rættiliga mitt fyri. Sostatt verður hon ein týdningarmikil partur í arbeiðnum  at menna ítróttin um alt landið, tí tað verða ikki meiri enn 15 minuttir í bili ímillum Havnina og nýggju høllina.

Nes kommuna hevur gjørt ymsar fyrireikandi kanningar og tey siga, at gongur alt eftir vild, tekur tað tvey til hálvttriðja ár at fremja verkætlanina.

Sjálv høllin tekur 18 til 24 mánaðir at byggja, siga tey.

Tilsamans er talan um eina verkætlan upp á 120 - 130 milliónir. Tey hava fingið tilsøgn um 30 milliónir frá Fótbóltssambandinum og endamálið er eisini at tær fimm milliónirnar, FSF longu hevur fingið frá Løgtinginum, verður ein partur av hesi ætlanini.

Ætlanin er eisini at fáa Betri, og aðrar grunnar at fíggja 25 milliónir og at fáa 25 - 35 milliónir í fígging aðrastaðni frá.

Nes Kommuna setir 10 milliónir í ætlanina, umframt at verandi vøllur, og rennibreyt, verður ein partur av tí og tað er vert einar 20 -25 milliónir.

Sostatt søkja tey Løgtingið um at játta 25 milliónir afturat, men tað kann latast í smáum við fimm milliónum um árið í fimm ár.

Tey siga við Fíggjarnevndina hjá Løgtinginum, at avtala er ímillum Fótbóltssambandið, FSF, og Nes Kommunu um at virksemið hjá FSF kann nýta Svangaskarð á jøvnum føti við lokalu feløgini, og at Svangaskarð er venjingardepil hjá FSF.

Tey siga, at tað verður Nes Kommuna, sum fær ábyrgdina av rakstrinum, sum verður fíggjaður av leiguinntøkum, og annars eftir avtalu millum Nes Kommunu og avvarðandi partar.

Her eru nakrar myndir, sum vísa, hvussu ætlanin er, at tað skal fara at síggja út.