Hetta var ein verri ein hjá nógvum bilførarum

ilar stóðu í einum raði upp á næstan ein kilometur fyri at fáa bensin - men so var pumpan knappliga tóm

Bensinstøðin er vinstrumegin, aftan fyri høvdina aftast í myndini.
Áki Bertholdsen
9. juni 2024 kl. 14:13

Sum vit skrivaðu í morgun, vóru tað 165 bilar, sum komu suður við Smyrli í morgun.

Teir flestu komu suður at fylla sær tangan. Tað er bara hjá Effo í Vági at bensin er at fáa og stutt eftir at Smyril var komin, stóðu bilar í einum raði upp á næstan ein kilometur við Effostøðina í Vági.

Men tað vóru nógv, sum vóru við sviðusoð, tí tað vóru bara teir fremstu bilarnir sum fingu bensin, so var pumpan tóm.

... Og úteftir var bilaraðið so langt, eyga rakk

Hetta er komið rættiliga illa við hjá summum. Vit vita dømi um, at fólk eru komin suður í leigubili í vónini um at fáa fylt tangan, men tey vóru ov sein, og nú hava tey bara nakrar heilt fáar kilometrar eftir í tanganum og ikki nokk til at sleppa aftur til Havnar. Og fyri at gera ilt verri, er heldur einki opið í Suðuroy í dag, so vónandi hava tey matpakka við, tí annars verður svangligt. Allir handlar eru stongdir í dag og á bensinstøðunum eru hillarnar at kalla skralltómar.

Skiparin á Smyrli segði við www.dimma.fo í morgun, at nógvir bilar vóru komnir suður, bæði í gjár og fríggjadagin og tað var verri enn so, at allir vóru farnir norður aftur.       Og uppaftur longur út stóðu bilar og bíðaðu eftir at sleppa framat

Tí væntar hann, at tað verður rættiliga trongligt við Smyrli aftur til Havnar nú klokkan 17.30.

Og tað sæst eisini longu nú, tríggjar og ein hálvan tíma áðrenn Smyril fer, at teir fyrstu 50 bilarnir standa longu á ferjuleguni á Krambatanga, at sleppa norður við Smyril.

Er eingin farmur, ella stórir lastbilar við, tekur Smyril 200 persónbilar. 

Og enn longur út stóðu bilar framvegis og bíðaðu