Hetta var størsti sigurin nakrantíð á útivølli

Føroyar vinna í miðal ein landsdyst í fótbólti um árið

Hesir vóru á vøllinum frá fyrsta bríksl, tá ið Føroyar fríggjadagin 22. mars í Marbella í Spania vunnu 4-0 ímóti Liktinstein. Hetta er størsti sigur yhvirhøvur hjá Føroyum á útivølli. Mynd: FSF
Jóannes Hansen
23. mars 2024 kl. 13:44

Føroyar vinna ikki landsdyst í fótbólti á hvørjum ári. 4-0 sigurin ímóti Liktinstein í gjárkvøldið var tann fyrsti síðani 25. september í 2022, tá ið sigurin í tølum var teprari enn tann í gjárkvøldið, og tá ið hann var ímóti størri mótstøðutjóð. Ta ferðina vunnu Føroyar 2-1 á heimavølli ímóti Turkalandi.

Í gjárkvøldið spældu Føroyar altjóða skrásett nummar 239, síðani fyrsta altjóða skrásetta dystin, sum varð spældur í Íslandi 24. august í 1988. Føroyar eru altso farnar undir 37. landsliðsárið, og sigurin í gjárkvøldið var nummar 36. Ella við øðrum orðum er í miðal eitt ár millum sigrarnar.

Longstu turkirnir vóru fimmára skeiðini frá 1990 til 1995 og frá 2004 til 2009.

Tað er møguleiki fyri at bøta um miðaltalið seinni í ár. Umframt vinardystin týskvøldið ímóti Danmark á Brøndby stadion vera átta dystir seinni í ár. Í Baltic Cup verður Estland mótstøðuliðið 8. juni, og tríggjar dagar seinni verður mótstøðuliðið Lettland ella Litava. Og í heyst vera seks dystir í Nations League: 7. september Norðurmakedonia (h), 10. september Lettland (ú), 10. oktober Armenia (h), 13. oktober Lettland (h), 14. november Armenia (ú) og 17. november Norðurmakedonia (ú).       

Føroyar hava átta ferðir dystast við Liktinstein, og 4-0 sigurin í gjárkvøldið var tann áttandi ímóti Liktinstein. Samstundis var talan um størsta sigur yvirhøvur aðrastaðni enn í Føroyum. Undan hesum dystinum var tað 4-1 sigurin í Gibraltar fyrsta mars 2014, sum var tann størsti á útivølli.

Størsti heimasigurin er framvegis 5-1 ímóti Liktinstein 7. juni 2021.

Føroyar – sigrar august 1988 – mars 2024

1989

Føroyar Kanada

1 0

V

1990

Føroyar Eysturríki

1 0

EM

1995

Føroyar San Marino

3 0

EM

1995

San Marino Føroyar

1 3

EM

1997

Malta Føroyar

1 2

HM

1997

Føroyar Malta

2 1

HM

1997

Estland Føroyar

0 2

V

2000

Liktinstein Føroyar

0 1

V

2001

Luksemburg Føroyar

0 2

HM

2001

Føroyar Luksemburg

1 0

HM

2002

Føroyar Liktinstein

1 0

V

2002

Føroyar Liktinstein

3 1 

V

2003

Føroyar Kasakstan

3 2

V

2003

Føroyar Kasakstan

2 1

V

2004

Føroyar Malta

3 2

V

2009

Ísland Føroyar

1 2

V

2009

Føroyar Litava

2 1

HM

2011

Føroyar Estland

2 0

EM

2014

Gibraltar Føroyar

1 4

V

2014

Grikkaland Føroyar

0 1

EM

2015

Føroyar Grikkaland

2 1

EM

2016

Liktinstein Føroyar

2 3

V

2016

Lettland Føroyar

0 2

HM

2017

Føroyar Andorra

1 0

HM

2018

Føroyar Liktinstein

3 0

V

2018

Føroyar Malta

3 1

N

2019

Føroyar Malta

1 0

EM

2020

Føroyar Malta

3 2

N

2020

Andorra Føroyar

0 1

N

2020

Føroyar Andorra

2 0

N

2021

Føroyar Liktinstein

5 1

V

2021

Føroyar Moldova

2 1

HM

2022

Liktinstein Føroyar

0 1

V

2022

Føroyar Litava

2 1

N

2022

Føroyar Turkaland

2 1

N

2024

Liktinstein Føroyar

0 4

V

V Vinardyhstir

 HM HM undankappingardystir

EM EM undankappingardystir

N Europa Nations League

V Vinardyhstir

kelda: FaroeSoccer