Hevur arbeitt hjá Strandferðsluni í samfull 75 ár

– Hetta er kanska heimsmet, heldur løgmaður

Ansgar Lenvig og løgmaður. Myndin er frá facebook hjá løgmanni
Áki Bertholdsen
1. mai 2024 kl. 23:50

Í dag var ein heilt sermerktur dagur í Hesti. Tað er Ansgar Lemvig í Hesti, sum hevur arbeitt hjá Strandferðsluni í samfull 75 ár.

Tað má vera út ímóti eitt heimsmet, heldur Aksel V. Johannesen, á Facebook.

Ansgar var bara 14 ára gamalur, og akkurát fingið prestsins hond á høvdið tá ið hann fór í Starv hjá Strandferðsluni sum avgreiðslumaður í Hesti. 

Og har er hann enn, hóast hann nú er 89 ára gamalur.

Løgmaður minnir á, at fyri tveimum árum síðani fekk Ansgar sær jarðhita, tí hann hevði roknað seg fram til, at tað var ein íløga, sum loysti seg. Tí, sum hann segði, at »eftir sjey árum var íløgan afturgoldin«. 

– Elsti maður í Hesti vildi eisini verja veðurlagið og gera sítt til at minka um oljunýtsluna, sigur løgmaður.

Hann heldur, at tað er bæði lívsjáttandi og sera hugvekjandi at hitta slíkt bjartskygni. 

Hann segði í samrøðu við KvF, at hann ætlar sær at halda á, so leingi heilsan er til tað og stjórin á Strandferðsluni segði, at hann sleppur at halda fram so leingi hann orkar, ella tímur.