Hevur tú eina søgu ella mynd til Mína jólabók 2024?

Bæði royndir og óroyndir rithøvundar og myndprýðarar eru vælkomnir at senda tilfar inn

Fríðmundur Nattestad
8. februar 2024 kl. 09:52

Mín jólabók er komin út síðan 1950, og hon er á hvørjum ári millum best seldu bøkur í Føroyum, onkuntíð útseld. Í bókini eru upprunaføroyskar søgur og myndprýðingar, einstakar týðingar og jólaítriv. Málbólkurin er umleið 7-10 ára gomul børn.

Í fjør fekk Mín jólabók Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs, har tað eitt nú í grundgevingini verður sagt, at «Jólabókin er krúnan á árligu barnabókaútgávuni».

Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur bókina út, eggjar nú rithøvundum og myndprýðarum, bæði royndum og óroyndum, at senda teimum tilfar inn til Mín jólabók 2024.

Les meira her.