

Í morgun hevur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, verið á móttøku hjá Margrethu drotning, og har takkaði hann henni fyri heiðursteknið, hann fekk fyrr í ár.
Margretha drotning vitjaði Havnina í 2021 og fyrr í ár heiðraði hon borgarstjóran við kommandørkrossinum. Og á hátíðarhaldinum fyrr í ár, tá ið Heðin Mortensen hevði verið býráðslimur í Havn í 50 ár, handaði ríkisumboðið Lene Moyell Johansen vegna Margrethu drotning, honum Kommandørkrossin.
Sostatt fekk Heðin Mortensen tann stóra heiðurin at gerast ”Kommandør av Dannebrogordenen, sigur býráðið í dag.
Annars hevur Heðin Mortensen fleiri ferðir verið vertur, tá ið drotningin hevur vitjað Havnina og hetta er triðju ferð, hann fær kongligt heiðurstekn. Í 1991 varð hann ”Ridder af Dannebrogordenen” og í 2003 gjørdist hann ”Ridder af 1. grad”.
Og í morgun fekk borgarstjórin so høvið at takka drotningini persónliga fyri heiðurin, og annars fekk hann eitt gott og hugnaligt prát við hana, sigur býráðið.