

Í 2021 varð ein royndarskipan sett í verk, har ung fólk ímillum 15 og 35 ár kundu fáa ókeypis sálarfrøðiliga hjálp fyri angist og fyri milt tunglyndi.
Royndarskipanin fer úr gildið 31. oktobur í ár og nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, spurt Margit Stórá, landsstýriskivinnu í heilsumálum, hvussu skipanin hevur roynst.
Kaj Leo Holm Johannesen var landsstýrismaður, tá ið skipanin varð sett í verk, og nú fregnast hann eftir úrslitinum.
Margit Stórá sigur, at higartil hava umleið 1.770 fólk verið víst til skipanina og tilsamans hava tey havt umleið 12.200 viðtalur.
Heilsutrygd hevur eftirmett skipanina og úrslitið er, at tað er tørvur á eini tílíkari skipan, og at hava fingið góða hjálp.
Men eftirmetingin hevur eisini víst, at trupulleikar eru. Eitt nú eru fólk víst til skipanina, sum skuldi verið víst aðrastaðni, samstundis sum at lutfalsliga færri fólk úr útjaðaranum, serliga Suðuroyggin, hava verið í skipanini enn tað hava verið fólk av meginøkinum.
Samstundis hevur royndarskipanin víst seg at vera munandi dýrari enn upprunaliga mett og landsstýriskvinnan sigur, at hon hevur ikki tikið endaliga støðu til, hvussu eitt tílíkt tilboð skal skipast frameftir.