Hitabylgja rakar sunnara partin av USA

Amerikanskar veðurstøðir ávara um vandamiklan hita

Ragnar Sjúrðarson
16. juni 2023 kl. 14:00

Ein hitabylgja hevur rakt statirnar Texas, Louisiana og Florida. Hitin toppaði í gár við 100 stigum Fahrenheit (38 stig celsius).

Men nú ávara amerikanskar veðurstøðir um, at har er meira av óvanligum hita ávegis.

Hitamet verða eftir øllum at døma tikin, og har væntast upp til 46 stig celsius í fleiri býum í statinum Texas komandi dagarnar. Eitt nú verða býirnir Dallas, Houston og Austin hart raktir, skrivar Reuters.

Í Austin hava tey longu syrgt fyri støðum har ein kann køla seg niður í bókasavnum og í bygningum í viðarlundum.