Hjulmand heldur fram sum danskur landsliðsvenjari

Kasper Hjulmand verður á bonkinum tá Danmark skal royna at spæla seg í EM endaspælið komandi ár

Ragnar Sjúrðarson
31. januar 2023 kl. 22:25

Danska fótbóltsambandið, DBU, og Kasper Hjulmand hava pappír uppá hvønn annan til summarið 2024, og nú halda partarnir á við samstarvinum fram í móti næsta endaspælinum.

Tað váttar Kasper Hjulmand fyri TV 2 SPORT eftir einari eftirmeting av HM vónbrotinum í Qatar. Landsliðsvenjarin segði at í sambandi við vánaliga HM endaspælið skuldi ongar “heilagar kýr” vera. Heldur ikki Hjulmand sjálvur.

-    Vit eru komnir fram til nøkur ting. Ein eftirkunning, sum var góð í samband við nøkur ting vit kundu gjørt ørðvísi, og ting vit kunnu gera betri næstuferð. Og fyri at seta tvær strikur undir so eri eg topklárur, og eg gleði meg til komandi tíðina.

 Danmark reyk út longu í bólkaspælinum í HM í Qatar, við einum stigi eftir trimum fystum. Danska landsliðið fer eftir at gera tað væl betri í komandi EM undankappingardystunum, har mótstøðan er Finland, Kasakhstan, Nordirland, Slovenien og San Marino.