Hjulmand: Tað verður ikki lætt ímóti Føroyum

Danski landsliðsvenjarin hevur virðing fyri føroyska liðnum

Fríðmundur Nattestad
25. mars 2024 kl. 13:00

Manslandsliðini hjá Danmark og Føroyum í fótbólti bresta saman í vinardysti á Brøndby Stadion í annaðkvøld.

Danska liðið, sum í summar skal spæla í EM-endaspælinum í Týsklandi, er stórur favorittur undan dystinum. Men tað merkir ikki, at tað verður ein løtt uppgáva hjá Danmark, heldur danski landsliðsvenjarin, Kasper Hjulmand.

- Teir fara at standa langt afturi á vøllinum. Vit kenna føroyingarnir, og teir fara at gera alt teir megna, fyri at oyðileggja tað fyri okkum. So tað er ikki so nemt, sum man heldur tað vera, sigur Hjulmand í samrøðu við danska fótbóltsmiðilin bold.dk.

Danmark og Føroyar møttust tvær ferðir í HM-undankappingini í 2021, og tá høvdu Danmark ávísar trupulleikar ímóti føroyska liðnum.

- Vit vunnu 1-0 í Føroyum, og vóru á odda 2-1 eftir 84 minuttum í Parkini, áðrenn Mæhle so avgjørdi dystin. So tað er ongin, ið sigur, at vit vinna lætt.

- Vit fara at gera alt, vit kunnu, fyri at fáa hol á, og fyri at fáa gongd í okkara offensivu leikarar, men tað er ikki nakað, man bara kann bíleggja, staðfestir Kasper Hjulmand.

Dysturin ímillum Danmark og Føroyar á Brøndby Stadion verður bríkslaður í gongd í annaðkvøld klokkan 19:15.