HM: Fýra dystir og eyka leiktíð í yvir ein tíma

Pierluigi Collina hevur boðað frá, at vit kunnu vænta okkum, at nógv tíð verður løgd afturat. Í teimum fýra fyrstu dystunum í hesum HM-endaspælinum hava dómararnir samanlagt lagt 68 minuttir afturat vanligu leiktíðini

Í fyrsta dystinum millum Katar og Ekvador vórðu níggju minuttir lagdir afturat (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
22. november 2022 kl. 11:41

Pierluigi Collina, sum er formaður í dómaranevndini í FIFA, boðaði undan HM-endaspælinum frá, at vit kunnu rokna við, at meira tíð fór at verða løgd afturat vanligu leiktíðini.

Nógv hevur verið kjakast um hetta evni, og seint í august í ár kom eisini ein frágreiðing frá Premier League, at bólturin einans hevði verið í spæl í 54 minuttir av teimum 90 minuttunum, sum ein fótbóltsdystur varir, tey fyrstu umførini í bretsku Premier League hetta kappingarárið.   

Áðrenn hetta HM-endaspælið segði formaðurin í dómaranevndini í FIFA – í samrøðu við ESPN Sport, at vit skulu venja okkum við, at tað fór at verða meira eykatíð. Og fótbóltsdómararnir tykjast at hava lurtað eftir karismatiska italiumanninum, tí higartil – í teimum fýra fyrstu dystunum – eru samanlagt lagdir 68 minuttir afturat vanligu leiktíðini.

Eitt samanlagt yvirlit sæst her:

Katar - Ekvador: 9 minuttir

Ongland - Iran: 29 minuttir

Senegal - Niðurlond: 14 minuttir

USA - Wales: 16 minuttir

Skal mótroknast
Fagnaður eftir mál, VAR-kanningar og drál skal nú mótroknast við longdari leiktíð.

– Í Russlandi royndu vit at vera meira nágreinilig við at taka hædd fyri mista leiktíð, og tá sóu vit, at tað vórðu lagdir seks, sjey og átta minuttir afturat vanligu leiktíðini. Men vit hava sæð, at tá tað koma trý mál í einum hálvleiki, so eru fýra ella fimm minuttir farnir vegna fagna eftir mál, áðrenn spælið verður tikið upp aftur, sigur Pierluigi Collina við ESPN Sport.

Tað er nú fjórði dómarin, ið skal rokna út, hvussu nógvir minuttir skulu verða lagdir afturat, meðan eitt fólk í VAR-rúminum skal halda eyguni við, hvussu nógv tíð verður brúkt til VAR-kanningar.

Collina heldur, at hendan skipanin er betri enn skipanin frammanundan, og heldur eisini, at dómarin heldur skal brúka sína tíð upp á at halda skil á tingunum á vøllinum, enn at hann eisini skal hava eyguni við, hvussu nógvir minuttir skulu blíva lagdir afturat vanligu leiktíðini.