Høgni Hoydal setti Tonik 2024

Landsstýrismaðurin helt eina stutta røðu áðrenn hann setti árligu tøkniráðstevnuna

Fríðmundur Nattestad
3. mai 2024 kl. 11:15

Altjóða tøkniráðstevnan Tonik er í Silo í Havn í dag.

Endamálið við ráðstevnuni er at veita føroysku tøknivinnuni og íverksetum ein kveikjandi og savnandi pall. Harafturat er hetta eitt upplagt høvi at knýta sambond og vitanardeila við fólki úr øllum heiminum.

25 fyrilestrarhaldarar úr bæði Føroyum og útlondum fara at leggja fram um nýggjastu rákini innan tøkni, nýskapan og íverksetan. Eisini ber til at vitja básar, luttaka í verkstovum og vitja íleggjarar, ið sita klárir til prát í uppihaldsstovum á øllum fimm hæddunum í Silo. 

Umboð fyri íverksetarahúsið Hugskotið, sum er millum fyriskipararnar av Tonik

Ráðstevnan varð sett í Kongshøll, og eftir nøkur orð frá summum av fyriskiparunum, helt Høgni Hoydal, landsstýrismaður, eina stutta røðu, áðrenn hann setti ráðstevnuna.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, setti ráðstevnuna

Í røðu sínari nevndi Høgni Hoydal millum annað, hvussu stóran týdning tað hevur fyri eitt land sum Føroyar, at skapa sambond við umheimin, og at Tonik ráðstevnan er eitt serstakliga gott høvi til tess.