Høgni lagt uppskot fram um trygdarpolitikk

Endamálið við hesum uppskoti er at fáa Løgtingsins undirtøku fyri støðu Føroya í trygdar-og verjupolitiskum viðurskiftum.

Árni Gregersen
23. mars 2024 kl. 10:00

Tað eru altíð føroysk altjóða-og tjóðaráhugamál, sum stýra uttanríkis-og trygdarpolitisku kósini.

Útgangsstøðið fyri kósini er tryggleiki Føroya fólks og at verja ta vælferð og tær samfelagsskipanir, ið hava týdning fyri føroyska fólkaræðið, og at vit taka beinleiðis ábyrgd í heiminum og heimssamfelagnumfyriat tryggja frið, fólkaræði, mannarættindi og støðufestivið altjóða lóg og avtalum.

Hetta verður skrivað í viðmerkingunum til uppskotið til samtyktar um tjóðartrygdarpolitikk, sum landsstýrismaðurin við uttanríkismálum, Høgni Hoydalm hevur lagt fyri tingið

Aðalmálið við einum føroyskum tjóðartrygdarpolitikki er, at trygd og friður skulu valda,og at føroyskir myndugleikar skulu hava ein virknan leiklut at røkka hesum máli.

Í tveimum teimum fyrstu punktunum í uppskotinum stendur:

1; Føroyar virka fyri, at friður, fólkaræði, mannarættindiog støðufesti valda.

2: Øll millumtjóða trygdar-og verjupolitisk átøk, ið Føroyar taka undir við, virka fyri ella taka lut í, skulu vera í samsvari við altjóða lóg og byggja ámillumtjóðaavtalur og samstørv