Højlund setti Premier League met

Danski áleyparin hevur nú skotið sjey mál í seinastu seks dystunum

Fríðmundur Nattestad
19. februar 2024 kl. 10:28

Rasmus Højlund var eitt lutfalsliga ókent navn, tá Manchester United í fjør summar keypti hann úr italska felagnum, Atalanta.

Trýstið á 21 ára gamla danan hevur verið stórt, og tað gekk eisini sera striltið, við at fáa gongd á málskjótingina í Premier League. Í Champions League var søgan ein onnur, har Højlund skeyt fimm mál í seks dystum, hóast Manchester United endaði á aftasta plássi í bólkinum.

14 dystir á rað leikti Højlund í Premier League, uttan at skora eitt mál. Men so kom veruliga vend í. Fyrst avgjørdi Højlund dystin ímóti Aston Villa á Old Trafford 2. jóladag, tá hann skoraði til 3-2 seint í dystinum. Síðani tá hevur ungi áleyparin skorað í øllum eftirfylgjandi Premier League dystum.

Í gjár var Manchester United á vitjan á Kenilworth Road, har Luton Town tók ímóti. Gestirnir vunnu dystin 2-1, og Rasmus Højlund skeyt bæði málini fyri felagið úr Manchester.

Rasmus Højlund gjørdist sostatt tann yngsti leikarin í Premier League søguni, sum hevur skotið mál í seks Premier League dystum á rað.

Næsti møguleiki hjá Højlund, fyri at økja um metið, verður leygardagin klokkan 15, tá Manchester United tekur ímóti Fulham á Old Trafford.