Holger Rune vann á Novak Djokovic í finaluni

Holger Rune er fyrsti danski harraleikarin í hálva øld, sum er innan topp 10 á styrkilistanum hjá ATP. Hetta megnaði hann við at vinna á ongum øðrum enn Novak Djokovic í finaluni til Paris Masters um vikuskiftið

Mynd: EPA
Steinar Patursson
7. november 2022 kl. 09:33

Holger Rune megnaði í gjár at vinna Paris Masters finaluna á ongum øðrum enn Novak Djokovic, og 19 ára gamli Rune hevur nú vunnið sína fyrstu Masters.

19 ára gamli Holger Rune er yngsti maður síðan Boris Becker at vinna Paris Masters kappingina, og samstundis fyrsti danski harraleikarin at røkka topp 10 á styrkilistanum, síðan Jan Leschy gjørdi hetta í 1967.

Undan dystinum varð væntað, at Djokovic fór at vinna Paris Masters fyri sjeyndu ferð, og hóast Djokovic legði best út við at taka fyrsta sett upp á bert 36 minuttir, kom Rune sterkt aftur við einum servubroti í øðrum setti, sum hann síðani servaði í hús.

Djokovic kom eisini best frá byrjan í triðja setti og breyt servuna hjá Rune til 1-3, men Rune var skjótur á fótum aftur og fekk dystin aftur á javnt.

Síðani var tað Rune, ið breyt servu til 6-5 og hevði sostatt møguleika at serva dystin og meistaraheitið í hús.

Hetta var kortini lættari sagt enn gjørt, og Djokovic átti ikki færri enn fimm break bóltar í fyrstu syftu, og Rune bjargaði øllum. Rune megnaði at ogna sær eitt matchbólt, sum hann umgangandi sløsaði burtur við dupultfeili á servuni.

Djokovic hevði aftur ein breakbólt, áðrenn Rune fekk vent hesum til ein matchbólt og spælt hann til sín fyrimun.

- Eg vil ynskja tær og liðnum hjá tær til lukku. Tú hevur absolutt uppiborið hendan sigurin. Tað er ein ótrúlig vika, sum tú hevur havt, segði Djokovic við Rune eftir dystin.

Á leiðini til finaluna vann Rune á Stan Wawrinka, Hubert Hurkacz, Andrey Rublev, Carlos Alcaraz og Felix Auger-Aliassime, og Rune hevur sostatt vunnið á ikki færri enn fimm spælarum innan topp 10 á ATP styrkilistanum upp á eina viku.