Holger Rune vunnið sína fyrstu kapping

Fyri fyrstu ferð í 17 ár kann ein danskur harraleikari kalla seg meistara í tennis, eftir at Holger Rune í gjár vann BMW open í Mûnchen, bert tveir dagar eftir, at hann fylti 19

Steinar Patursson
2. mai 2022 kl. 11:03

19 ára gamli Holger Rune kann nú kalla seg meistara á ATP tourinum, eftir at hann um vikuskiftið vann sítt fyrsta meistaraheiti.

Evnaríki ungi danskarin vann sunnudagin finaluna í BMW Open í München móti hollendska Botic van de Zandschulp.

Holger Rune, sum kom við í kappingina umvegis eitt wildcard (eitt wildcard loyvir fyrireikaranunum at velja leikarar til kappingina, heldur enn at nýta ATP styrkilistan, red.) er sostatt eisini fyrsti danski harratennisleikarin sum vinnur eina ATP kapping í 17 ár, síðan Kenneth Carlsen vann í Memphis í 2005.

Holger Rune spældi eina brandkapping, men hóast hetta er hann ivaleyst nakað vónbrotin yvir mátan, ið hann vann finaluna uppá.

Van de Zandschulp legði seg skjótt á odda 4-1 í fyrsta setti, men tá Rune hevði stríðst seg aftur til 4-3, noyddist van de Zandschulp brádliga av vøllinum at fáa viðgerð fyri okkurt.

Van de Zandschulp var burturi í ikki færri enn 18 minuttir, áðrenn hann kom aftur, og spælið fór í gongd av nýggjum. Tað gjørdist kortini ein stokkut gleði fyri uppmøttu áskoðararnar, tí Rune og van de Zandschulp náddu bert at spæla helvtina av 8. partíi, tá van de Zandschulp mátti gevast fyri skaða.

Holger Rune hevði sostatt vunnið finaluna, og van de Zandschulp greiddi seinni frá, at hann mátti gevast, tí hann fekk ikki anda. Van de Zandschulp hevur kortini gjørt greitt, at tveir tímar seinni var alt, sum tað skuldi vera, og hann er longu á veg til næstu kapping í Madrid.

Hóast finalan ikki endaði, sum finalur plaga, kann Holger Rune ikki vera annað enn nøgdur av avrikinum í kappingini sum heild.

Í áttandapartsfinaluni sigraði hann á ongum øðrum enn Alexander Zverev, sum í løtuni liggur á triðja plássi á ATP styrkilistanum, og síðani vann hann á Emil Ruusuvuori og Oscar Otte í ávíkavist fjórðings- og hálvfinalunum.

Umframt at vinna góðar 600.000 krónur í kappingarpengingi, vann Rune eisini ein spildurnýggjan BMW i4.