Tað er nú avgjørt, at tað verður Maria Skaalum Petersen, sum skal verða leiðari á nýggju Heilsugranskingareindini í Sjúkrahúsverkinum.
Hesi seinastu 15 árini hevur hon verið heilsugranskari í Føroyum. Hesi seinastu árini hevur hon verið granskingarleiðari á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, umframt at hon hevur verið leiðari á Deplinum fyri Heilsu- og Almannagransking.
Maria Skaalum Petersen byrjar í starvinum sum leiðari á Heilsugranskingareindini um ein mánað, ella 1. juli.
Ætlanin við Heilsugranskingareindini er at savna heilsugransking á einum stað. Og endamálið við tí er at skapa eitt granskingarumhvørvi, har heilsugranskarar hava møguleika fyri at kjakast, deila vitan og royndir, og á tann hátt fáa meiri burtur úr.
Á henda hátt ber til at lyfta heilsugranskingina í Føroyum upp á eitt enn hægri stig, sigur Landssjúkrahúsið á heimasíðu síni.