Hondbóltslandsliðið gleddi tey í Skúlanum á Trøðni

A-landsliðið hjá monnum venur saman í Føroyum hesa vikuna

Myndir: Hondbóltssamband Føroya
Hondbóltssamband Føroya
12. mars 2024 kl. 20:04

A-landsliðið hjá monnum venur saman í Føroyum hesa vikuna. Samlingin byrjaði tó í morgun við vitjan á Skúlanum á Trøðni, sum hevði boðið monnunum út til ein aktivitetsdag. Talan gjørdist um ein serstakliga hugnaligan og festligan morgun saman við børnunum, sum telvaðu, spældu borð- og bóltspøl, bakaðu og annað saman við landsliðinum.

Landsliðið er í løtuni á venjingarlegu at fyrireika seg til avgerandi HM kvalifikatiónsdystirnar ímóti Norðurmakedonina, sum var í mai.