Hópurin til European Open úttikin

Føroyska U16-landsliðið í hondbólti við kvinnum tekur lut í European Open kappingini í Svøríki í næsta mánað

Fríðmundur Nattestad
11. juni 2024 kl. 13:45

Í døgunum 1. til 5. juli luttekur føroyska U16-landsliðið í hondbólti við kvinnum í European Open kappingini, sum verður hildin í Gøteborg í Svøríki.

Nú er hópurin, sum venjararnir, David Edvardsen og Tróndur Kragesteen, hava úttikið til kappingina, kunngjørdur:

Málverjar:
Bára Vatnhamar, H71
Bjørk Germaine Jákupsdóttir, Neistin

Útileikarar:
Lý Dávadóttir Magnussen, VÍF
Anna Katrina Poulsen, StÍF
Amilia Agnarsdóttir, VÍF
Sólveig Ripley, H71
Halla Haldansen, VÍF
Bára Holm í Innistovu, VÍF
Dinna Lamhauge, Tjaldur
Anna á Borg, H71
Vár Leo Mortansdóttir, Neistin
Bjørk Mariusardóttir, StÍF
Emily Andresen, Kyndil
Arina Høgnadóttir Wang, Neistin
Elinborg Kunoy, VÍF
Sára Thorleifsson, VÍF

 

20 lond luttaka í kappingini, sum verður leikt í fýra bólkum við fimm liðum í hvørjum bólki. Bólkabýtið sær soleiðis út:

 

Bólkur A: Týskland, Niðurlond, Sveis, Slovakia, Finnland
Bólkur B: Kroatia, Noreg, Ísland, Føroyar, Litava
Bólkur C: Frakland, Svøríki, Portugal, Pólland, Turkaland
Bólkur D: Ungarn, Rumenia, Kekkia, Spania, Kýpros

 

Nummar eitt og tvey úr hvørjum bólki koma víðari til A-endaspælið, og spæla um plássini 1-8, meðan liðini sum enda nummar fýra, fimm og seks spæla B-endaspæl um plássini 9-20.

Ovast sjey liðini í kappingini vinna pláss í 2025 European Youth Olympics, sum verður hildið í Skopje í Norðurmakedonia.