Hugh Grant fær av at vita fyri sína Oscar-samrøðu

Kendi bretski sjónleikarin var til Oscar-filmsvirðislønina í gjárkvøldið, har hann hevði samrøðu við amerikansku sjónvarpsrásina ABC, og tað kom hann illa frá, sambært reaksjónum á sosialum miðlum

(Mynd: Skíggjamynd/ABC)
Sigurjón Einarsson
13. mars 2023 kl. 16:59

Um tað bar til at vinna eina Oscar-virðisløn fyri mest klombrutu samrøðuna, so kundi samrøðan, ið Hugh Grant hevði við amerikansku sjónvarpsrásina ABC verið eitt gott upp á hana.

Samrøðan hevur fingið nógva umrøðu og videobrotið av samrøðuni er farið víða í dag.

Sjónvarpssamrøðan gongur ikki serliga væl, og verturin hjá ABC, Ashley Graham, roynir sítt til at fáa okkurt líkinda svar frá bretsku filmstjørnuni, sum vit kenna frá filmum sum “Four Weddings and a Funeral”, "Bridget Jones Diary", "Notting Hill", "Love Actually" og "About a Boy" frá 2002, men tann 62-ára gamli sjónleikarin svarar nóg illa aftur.

Á Twitter eru deildar meiningar um samrøðuna. Meðan nøkur halda, at hann er óforskammaður, so eru tað onnur sum halda, at hatta er bara hansara máti at vera skemtingarsamur upp á.

 Bretski miðilin The Independent hevur savnað nøkur twitterboð, har Hugh Grant verður umrøddur

– Hvat gleðir tú teg mest til at síggja í kvøld?, spyr Ashley Graham bretska sjónleikaran, men aftursvarið er: “Ikki nakað serligt”.

Og tá hon takkar fyri samrøðuna, so svarar Hugh Grant bara aftur við at siga: “Ja”.

Sambært útlendskum miðlum er Hugh Grant kendur fyri ikki altíð vera tann mest fyrikomandi sjónleikarin í Hollywood, men hinvegin, so spælir hann ofta við í skemtiligum filmum.

Samrøðan sæst her: