Húsarannsókn heima hjá Donald Trump

Heimið hjá Donald Trump í Florida varð í nátt rannsakað fyri trúnaðarskjøl

Uttanfyri heimið hjá Donald Trump í Florida, Mar-a-Lago (Mynd: EPA-EFE)
Sigurjón Einarsson
9. august 2022 kl. 10:02

Amerikanska statsloyniløgreglan, FBI, hevur í nátt rannsakað heimið hjá fyrrverandi forsetanum í USA, Donald Trump.

Tað upplýsir Donald Trump sjálvur á sínum egna sosiala miðli, Truth Social, skrivar Ritzau.

– Mítt vakra heim, Mar-a-Lago í Palm Beach, Florida, verður júst nú kringsett og rannsakað av umboðum hjá FBI, skrivar hann í útsøgnini náttina til týsdag føroyska tíð.

Sambært Donald Trump, so fekk hann ikki boðini frammanundan. Heldur ikki skrivar hann, hví FBI hevur rannsakað heimið hjá honum, men hann ger greitt, at hann hevur samarbeitt við allar viðkomandi myndugleikar. Tó heldur hann, at húsarannsóknin er “óneyðug og ópassandi” og er eitt “álop frá radikalum vinstrasinnaðum demokratum, ið fyri alt í verðini ikki vilja hava, at eg stilli upp til forsetavalið í 2024”, skrivar hann millum annað.

CNN sigur, at amerikanska løgmálaráðið kannar í løtuni tvey mál hjá fyrrverandi forsetanum. Tað fyrra snýr seg um álopið á Kongressina í januar í fjør, meðan hitt málið snýr seg um nøkur loynilig skjøl, sum Donald Trump tók við sær úr Hvítu húsunum, heldur enn at lata tey til National Archives.

Tað hevur ikki eydnast miðlunum at fáa viðmerking frá FBI í samband við húsarannsóknina, skrivar Reuters.

Donald Trump var ikki sjálvur til staðar í Florida, tá húsið varð rannsakað, men var, sambært CNN, í sínum heimi í New York.

Stutt eftir, at fyrrverandi forsetin hevði skrivað boðini á Truth Social og miðlar umrøddu hendingina, savnaðust viðhaldsfólk hjá Trump uttanfyri húsið í Florida við fløggum og stuðulsrópum.