Hvalir hava møguliga loysnina uppá krabbamein

Hóast hvalir eru millum størstu dýr á klótuni, fáa teir ikki krabbamein

Ragnar Sjúrðarson
23. januar 2023 kl. 17:15

Goyma hvalir loyndarmálið, at seinka spjaðingini av krabbameini?

Hendan spurningin seta ein røð av granskarum nú, orsakað av eini grein um gransking í viðurkenda tíðarritinum Scientific Reports.

Tað skrivar blaðið The New York Times.

-    Hetta er ein lítil brikkur í tí stóra puslispælinum, sigur Mariana Nery, sum er lívfrøðingur í ríkisháskúlanum í Brasil.

Jú størri ein organisma er, jú fleiri kyknur hevur hon. Men fleiri kyknur merkja somuleiðis skjótari kyknuspjaðing, og tað merkir ein øktur vandi fyri krabba.

Tí skuldi ein trú, at nakrir av heimsins størstu skapningum eru serliga í vanda fyri at fáa krabbamein. Men so er ikki.

At skilja genetisku kotuna hjá hvalum kann tískil hjálpa menniskjum, at gerast klókari uppá gen, sum kann “seinka spjaðingini av krabbameini”.

Tað sigur Michael McGowen, lívfrøðingur í fornminnisavninum Smithsonian í Washington DC.

Kroppurin er bygdur av milliardum av kyknum. Tá ein kykna doyr, kemur ein nýggj í hennara stað.

Tað hendur tó ikki við krabbameinskyknum, sum ikki lurta eftir boðunum frá kroppinum, men í staðin spjaða seg, sambært Kræftens Bekæmpelse