Hvat kann skúgvaspýggj siga okkum um dálking?

Sjúrður hevur seinastu árini granskað í dálking við at kanna tungmetallhópan í havhesti

Eilen Anthoniussen
22. september 2016 kl. 12:19

Ein av teimum, ið veit nógv um dálking, er Sjúrður Hammer. Hann hevur seinastu árini granskað í dálking við at kanna tungmetallhópan í havhesti, og føðina og eggini hjá skúgvi fyri at finna fram til dálking í Føroyum. Sjófuglur sum hesir eru so mikið langt uppi í føðiketuni, at teirra føði kann siga okkum nógv um dálking. Í nýggjastu verkætlanini ætlar hann sær at kanna, hvørji møgulig árin veður og veðurlagsbroytingar hava á kjógvan í Føroyum.

- Mannaskapt dálking er mítt megináhugamál, og veðurlagsbroytingar eru jú ein partur av mannaskaptari dálking.

Soleiðis sigur Sjúrður Hammer um sína nýggjastu granskingarverkætlan. Hann er farin í holt við at kanna føroyska kjógvan, sum vónandi kann siga okkum nakað um, hvørt føroyska náttúran verður ávirkað av veðurlagsbroytingunum. Hetta er hansara triðja verkætlan um føroyskan sjófugl, síðani hann skrivaði sína bachelor-verkætlan í lívfrøði á universitetinum í Aberdeen. Tann verkætlanin snúði seg um føroyska havhestin og tungmetallir.

- Tá samanbóru vit samandráttin av tungmetallum í beinagrindini, nýrunum og blóðinum og kannaðu, hvussu hesi ymisku metallini hópaðust í havhestinum. Í slíkum kanningum er tíðarperspektivið avgerandi, tí tað sum er at finna í vøddatilfarinum, vísir tað, sum vit eru útsett fyri ta seinastu vikuna, meðan beinagrindin kann siga okkum nakað um, hvat vit eru útsett fyri gjøgnum alt lívið. Og tað er hetta, sum hevur mín áhuga við sjófugli, tí hann kann brúkast sum barometur og sum eitt arkiv fyri broytingar í sjónum. 

Hvat goymir seg í spýggjuni?
Ph.d-verkætlanin, sum hann legði seinastu hond á í vár, snúði seg um skúgvin.

- Vit høvdu ein illgruna um, at skúgvurin er ein tann mest dálkaði fuglurin í føroysku náttúruni. Og føðin, sum hann livir av, er áhugaverd, tí hon avdúkar, hvaðani dálkingin stavar.

Í fleiri umførum var hann úti í Skúvoy og eygleiddi skúgvin. Hann legði snarur fyri hann fyri at kunna taka royndir av honum, sett ringar á hann, og so granskaði hann í føðini hjá skúgvinum við at kanna spýggjuna hjá honum.

- Vit hava tikið blóðroyndir av skúgvanum og ringmerkt hann, og so havi eg kannað spýggjuna runt reiðrini. Spýggjan gevur 

eina neyva ábending um, hvør føðin er, sum tað tilhoyrandi parið livir av. Og tá pisurnar koma út, verða tær mátaðar og ringmerktar, blóðsýni verða tikin, og nøkur egg verða innsavnað og kannað fyri dálkingarevni. Vónin er so, at man møguliga kann síggja eitt samband ímillum tað, sum skúgvurin livir av, og nøgdirnar av dálkandi evni, sum man kann máta í teirra blóði og eggum. Við at halda eyga við og máta hvussu væl pisurnar klára seg, kundi eg eisini fáa eina meting av, um eiturevni hava eina ávirkan á teirra yvirlivilsi.

Dálking lækkandi
Tað verður mett, at 600-800 pør av skúgvi halda til við Føroyar, og heimsfevnandi metingar siga, at stovnurin av skúgvi er lítil. Kanningarnar, sum Sjúrður gjørdi av skúgvanum, vóru framdar í 2012 og 2013. Skúgvurin í Føroyum er ikki kannaður síðani í 1960-árunum, og tí var nógv grundvitan, sum skuldi innheintast fyri at kunna siga nakað um sjálva dálkingina.

- Vit hava so mátað dálkingarnøgdirnar í eggunum hjá skúgvanum og dálkingina, sum stavar frá mammuni. Kanningin hjá okkum vísti, at dálkingin var lægri, enn hon var í 1960-árunum. Men tá kannar man bara fyri evni, sum ikki vera framleidd longur. Tað vil siga, at orsakað av forboðum eru færri av hesum evnum at finna í náttúruni í dag, sum jú er gott, men tað útilokar ikki, at fuglurin ikki er útsettur fyri onnur dálkandi evni.

Úrslitini frá granskingini vórðu sammett við nýggjar kanningar úr Hetlandi. Í Hetlandi vístu kanningar somuleiðis, at dálkingin var nógv lægri, enn hon var í 1980-árunum, tá tey seinast gjørdu kanningar av dálking og sjófugli.

- Men í Hetlandi livir skúgvurin av fiski, meðan hann í Føroyum livir av øðrum sjófugli. Soleiðis er føðin hjá føroyska skúgvinum longri uppi í føðiketuni, og á tann hátt livir hann øðrvísið. Hetta merkir so, at skúgvurin í Føroyum er nógv meir dálkaður, enn hann er í Hetlandi. Men skúgvurin er flytifuglur, og tískil er føðin og dálkingin, sum hann hevur í sær, ikki bert tann sum hann fær kring Føroyar. Kósin framyvir fyri hesa gransking verður tí møguliga at lýsa, hvønn týdning leiðin og vetrarbiti hevur á dálkingarnøgdirnar hjá skúgvinum. 

Kjógvin ein sjórænari
Tá hann hevði vart sína ph.d-verkætlan í vár, fór hann í holt við at kanna kjógvan. Heldur ikki kjógvin er serliga væl granskaður í Føroyum. Saman við Jón Aldará, sum í løtuni tekur sína master-útbúgving í lívfrøði við lærda háskúlan í Keypmannahavn, vóru teir í Fugloy í summar og kannaðu kjógvan.

- Kjógvin er ein klepto-parasittur. Hann livir av tí føði, sum hann stjelur frá øðrum fuglum. Hann er ekstremt væl tilpassaður til at stjala frá øðrum. Hann er lítil, men flýgur væl. Hann ræðir hinar til at lata sína føði frá sær. Aðrir fuglar hava øgiligt strev við at flúgva langt eftir føði, sum til dømis lundin ella ritan. Har er kjógvin eitt sindur snildari og stjelur føðina hjá hinum í staðin fyri at veiða sjálvur.

Sjúrður greiðir frá, hvussu fuglurin er knýttur at vistfrøðiligu skipanini. Fær ritan til dømis ikki fisk, fær kjógvin heldur ikki fisk. Tað merkir so aftur tað, at tá hin sjófuglurin stríðist við at fáa nokk av føði til sínar pisur, so stríðist kjógvin eisini. So fær hann jú heldur ikki nokk, av tí at hann ikki veiðir sjálvur. Hann er líka hart raktur av føðitrotinum sum er.

- Men tað skal sigast, at hetta árið hevur verið serliga gott, meðan hetta seinasta áratíggju hevur verið vánaligt.

Kjógva-verkætlanin, sum hann arbeiðir við nú, hevur ikki beinleiðis við dálking at gera, men í hesari verkætlanini kannar hann ítøkiliga, hvussu veðrið ávirkar kjógvan í reiðringini.

- Nógv grundleggjandi vitan skal til, fyri at eg kann koma til nakra niðurstøðu. Eitt nú er umráðandi at kenna farleiðina hjá kjógvanum fyri at kunna siga nakað um, hvussu hann livir. Líka sum skúgvin ferðast hann víða. Til dømis

varð ein kjógvi ringmerktur í Akrabergi, sum varð funnin aftur í Uruguay.

Kjógvarnir sum vóru fangaðir í ár, hava fingið loggar settar á seg, sum kunnu siga, hvar teir hava verið.

- Men eg noyðist at finna júst hendan fuglin aftur fyri at kunna lesa loggin av. Og nógv kann henda. Fuglurin kann doyggja, og so fái eg onki aftur. Men teir sum hava tað gott, leita altíð aftur at reiðrast á sama stað, og so kann eg vóna at finna teir aftur tá.

Sjófuglastovnarnir minka
Fyribils kanningarnar vísa, at kjógvin er minkaður nógv bæði í Føroyum og Hetlandi. Tað sama sæst í Orkney-oyggjunum og í Hetlandi. Nýggj gransking sigur, at kjógvi og skúgvi eru millum tey fuglasløg, sum eru mest viðbreknir fyri veðurlagsbroytingum.

- Hetta eru tey fuglasløgini, sum verða harðast rakt, tí forsøgnirnar lova heitari veður um summarið. So hvørt sum tað verður heitari, verður tað minni hóskandi hjá teimum at vera her og í øðrum londum rundan um okkum. Og tað er tann spurningin, sum eg kundi hugsað mær at greitt við hesari kjógva-verkætlanini. Um hitin møguliga ávirkar, hvussu væl tað eydnast teimum at fáa pisurnar floygdar.

Sjófuglar eru fríttstillaðir og kunnu fara har teir vilja. Tað er bara eitt tíðarskeið, at teir eru bundnir at einum staði, og tað er tá teir reiðrast. Tá teir hava vorpið, noyðast teir at liggja á eggunum í 25-30 dagar. Men av tí at kjógvi og skúgvi eru polar-fuglar, eru teir tilpassaðir kaldari veðurlag. Tá tað er heitt í veðrinum, noyðast teir at finna sær eina tjørn ella út á hav fyri at køla seg niður. Tá er størri vandi fyri, at rovfuglur kemur og tekur eggini hjá teimum, ella teir taka tey frá hvørjum øðrum.

- Teir vóru spakir í ár, men av tí at eg ikki havi fleiri royndir, kann eg jú ikki samanbera um hann er spakari enn vanligt. Men tað, at hann er spakur, er vanliga ikki eitt gott tekin. Tá er hann ikki sinnaður at verja síni egg.

Kanningarnar hjá Sjúrði og teimum gekk soleiðis fyri seg, at tey løgdu loggar í reiðrini hjá kjógvanum. Loggurin er á stødd við ein chip og loggar hitabroytingina í reiðrinum.

- Soleiðis samla vit inn dáta umframt við eygleiðingunum frá plássunum, har fuglurin heldur til. So kunnu vit hyggja eftir logg-dátunum og samanbera við eygleiðingarnar, og góðskumeta um tíðspunktini passa. So tað er eitt rúgvismikið eygleiðingararbeiði, ið liggur til grund fyri hesar kanningarnar.

Føroyar eru undirgranskaðar
Sjúrður er eitt av teimum vísindafólkunum, ið elskar at granska. Hann hevur fingið greinar prentaðar í vísindalig tíðarritum, og í skuffuni hevur hann fleiri óliðug handrit liggjandi, ið eru ætlað til vísindaliga greinar. Tað eina snýr seg um havhestin, sum hann arbeiddi við fyri átta árum síðani, og so sjálvandi úrslitini frá hansara ph.d-verkætlan um skúgvin. Og granskingin av føroyska sjófuglinum sum heild í sambandi við veðurlagsbroytingar geva honum hug til at blíva við at granska. Aftanfyri granskingarnar liggur nógv tíð úti í náttúruni, har hann hevur kikað, eygleitt, sett snarur upp, ringmerkt, tikið blóðroyndir og so framvegis. Hann hevur ikki gjørt alt arbeiðið einsamallur, men hevur í fleiri umførum havt lesandi úr Danmark, Svøríki, Hollandi og Skotlandi við sær, ið eru áhugað í at vera partur av verkætlanum sum hesum.  

- Føroyar eru so undirgranskaðar, at her er nokk at taka fatur í. Eg eri ikki áhugaður í at granska bara fyri at granska. Tað er umráðandi fyri meg, at granskingin er viðkomandi fyri onnur eisini. Annars er vandi fyri, at hon verður smálig og nalvaskoðandi. Ein kann gera so nógv meira, og her er nógv áhugavert at kasta seg yvir sum granskari. Men í fyrstu syftu eri eg áhugaður í at halda fokus á minkingina í hesum stovninum og at kanna, um kjógvin er egnaður til at kanna veðurlagsbroytingarnar. Eitt nú kundi tað í sambandi við veðurlagsbroytingar verið áhugavert at kanna orkubrenningina hjá kjógvanum.

Hann vísir á, at kjógvin er ein virkin fuglur við serstakliga høgari orkubrenning.

- Tað er sjálvsagt ikki, tá teir sita á eggunum, at teir brenna orku, men tá tá teir elta annan fugl. Og tað høvdu vit ikki møguleika fyri at kanna í hesari verkætlanini. Eg kundi hugsað mær at kannað, hvat veðurlagsbroytingarnar hava at týða fyri einstøk djórasløg og teirra orkubrenning. Man skal jú brúka meira orku fyri at halda hitan á einum jøvnum støði, og av tí at tað gerst alsamt heitari í veðrinum, kann man tískil rokna við, at nøkur djórasløg koma at hvørva. Og av tí at kjógvin er minkaður nógv hesi seinastu árini, havi eg mett tað at vera akutt at kanna hann nú beinanvegin, sigur Sjúrður Hammer.

  

FAKTA

Vísindavøkan 2016

Greinin er skrivað í sambandi við ársins Vísindavøku, sum verður í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Tórshavn. Vísindavøkan verður fríggjadagin 30. september frá kl. 8.00 á morgni til á leið kl. 22.30 á kvøldi.

Ymsar framsýningar og samvirkin tiltøk vera í Perluni og á Torginum. Hesi verða skipað kring frumevnini eld, luft, vatn og jørð. Her verður alt møguligt frá fiski til dronur at síggja, hoyra um, smakka og nerta við.

Framløgur, sum serliga eru ætlaðar miðnámsskúlanæmingum, verða í Reinsarínum fyrrapartin.

Lærarar og næmingar úr Hoydølum fara at hava ymiskt á skránni til børn í einum telti á p-økinum yvirav Reinsarínum.

Steðgur verður millum kl. 15.00 og 17.30, tá Arkitekturdagarnir, sum Arkitektafelag Føroya skipa fyri, verða settir.

Frá kl. 17.30 til 19.30 verða tiltøk um og við íblástri frá Pokemon GO. Stuttar framløgur, tiltøk og undirhald.

Frá kl. 20.00 verður hugnakvøld við framløgum og undirhaldi.

Vísindavøkan verður eisini á ferð kring alt landið við fyrilestrum í døgunum 19.-29. september. Fleiri enn 50 fyrilestrar eru á skránni.

Tað eru granskingarstovnarnir og Granskingarráðið, sum skipa fyri. Øll tiltøkini eru ókeypis. Sí skránna og les meira á gransking.fo og á Facebook-síðuni hjá Granskingarráðnum.

Leys Størv