Hvítvaskigøla gevur Danske Bank milliardaundirskot

Roknskapurin fyri 2022 hjá stóra bankanum sær alt annað enn penur út

Ragnar Sjúrðarson
2. februar 2023 kl. 08:18

Danske Bank fekk eina milliardabót í samband við eina sak um hvítvasking av pengum. Tað gevur bankanum eitt undirskot á 5,1 milliardir krónur.

Hetta framgongur av ársroknskapinum hjá bankanum fyri 2022.

Stjórin í Danske Bank er alt annað enn nøgdur við roknskapin.

-    Úrslitið í ár er sjálvandi ikki nøktandi. Hetta er tó ein avleiðing av Estlandsakini, sum markerar eitt umráðandi umskifti fyri Danske Bank, sigur hann í einum tíðindaskrivi.

Í samband við hvítvaskigøluna í eini estiskari deild gekk Danske Bank við til eina semju svarandi til beint omanfyri 15 milliardir krónur.

Frá 2007 til 2015 fóru 1.500 milliardir krónur gjøgnum deildina í bankanum fyri útlendskum kundum í Estlandi. Tær flestu av milliardunum vóru illgrunaverdar, og nógvar verða mettar at koma frá kriminaliteti.