Hvussu skal marghøllin eita?

Vágs Ítróttarráð skipar fyri navnakapping, nú stór marghøll til fótbólt, frælsan ítrótt og annan ítrótt verður bygd inni á

Dimma
2. mai 2017 kl. 09:15

Vágs Ítróttarráð skipar fyri navnakapping, nú stór marghøll til fótbólt, frælsan ítrótt og annan ítrótt verður bygd inni á Oyrunum í Vági.

- Ynskiligt er, at navnið skal verða lætt at siga og ikki ov langt, sigur Vágs kommuna í skrivi sent miðlunum.

Navnauppskotið, saman við frágreiðing um, hví uppskotsstillarin heldur uppskotið er hóskiligt, skal sendast til Vágs Ítróttarráð. Seinasta freist at senda inn uppskot er fríggjadagin 12. mai 2017 kl. 12.00. Uppskotið skal sendast til olgar@teknistovan3d.com

Virðisløn upp á 5.000 kr. verður latin fyri besta hugskotinum.

Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri nevndina í Vágs Ítróttarráð, sum í sambandi við viðgerðina tó ikki verður kunnað um, hvør er avsendari av tí einstaka uppskotinum um navn.

Vágs Ítróttarráð tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn.