Í dag er triðja umfar í HM í talv

Tvey tey fyrstu talvini eru endað við remis. Tað triðja talvið verður kl 12:30 í dag.

Kristian Waag Dam
28. november 2021 kl. 10:50

Síðsta fríggjadag byrjaði HM í talv, sum hesaferð verður hildið í Dubai. Tað er núverandi heimsmeistarin Magnus Carlsen og russiski stórmeistarin Ian Nepomniachtchi, ið dystast í HM kappingini um heitið sum heimsmeistari í talv.

Heimsmeistaraheitið verður avgjørt við 14 dystum millum Magnus Carlsen og Ian Nepomniachtchi. Higartil hava teir telvað tvey talv og bæði eru endað remis (javnleikur). Kl 12:30 í dag verður triðja umfar í kappingini og spennandi verður at síggja, hvørt Carlsen ella Nepomniachtchi fer við sigrinum ella tað endar við remis aftur í dag. Seinasta HM vóru 12 talv telvað og tey endaðu øll við javnleiki.

Núverandi heimsmeistarin, Magnus Carlsen, er norðmaður og 30 ára gamal. Carlsen hevur ligið nummar eitt á altjóða styrkislistanum í 11 ár. Hann gjørdist fyrstu ferð heimsmeistari í 2013, einans 22 ára gamal. Síðan tá hevur hann endurvunnið heitið tríggjar ferðir. Tilsamans hevur hann vunnið heimsmeistaraheitið fýra ferðir, og droymir hann nú, um at vinna fyri fimtu ferð. Magnus Carlsen telist millum bestu telvararnar nakrantíð og tískil er hann eisini favorittur undan kappingini.

Avbjóðarin er russiski Ian Nepomniachtchi, sum er 31 ára gamal. Hann liggur í løtuni nummar fimm á altjóða styrkislistanum og er hann besti telvarin úr Russlandi í løtuni. Eitt, sum eyðkennur Nepomniachtchi er, at hann telvar óvanliga skjótt. Hetta ber mangan við sær, at hann fær mótstøðumannin at standa á skeivum beini. Hóast Nepomniachtchi ikki er favorittur, men heldur “ the underdog”, so er hann kanska júst hin rætti at skumpa Carlsen av trónuni. Millum annað tí, at Nepomniachtchi og Carlsen mangan hava telvað ímóti hvørjum øðrum fyrr og tá hevur tað eydnast Nepomniachtchi at vinna á Carlsen.

Í fylgi eini kanning hjá NPD Group, so er áhugin fyri talv vaksin í Amerika síðan koronafarsóttin byrjaði. Millum annað fór talið av talvborðum upp við 87 prosentum og talið av bókum um talv vaksið við 603 prosentum.

HM í talv er júst byrjað og nógv talv eru eftir. Seinasta talvið verður eftir ætlan leikt 11. desembur.