![](/assets/articles/Screenshot-2024-04-27-at-08.33.36.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Í dag verður greitt, hvør verður føroyameistari í Føroya Tele-deildini hjá monnum og kvinnum í flogbólti, tá seinnu FM-finalurnar verða spældar í Høllini á Hálsi.
Klokkan 15 spæla kvinnurnar hjá Drátti og Fleyr. Fleyr vann fyrru finaluna 3-2 og verður tí føroyameistari, um tær vinna dystin í dag – sama hvat settmunurin verður. Vinnur Dráttur dystin – sama hvat settmunurin verður – hava bæði liðini vunnið hvør sín dyst, og so skal meistaraheitið avgerast við gullsetti, sum gongur upp í 15.
Klokkan 18 spæla menninir hjá Mjølni og SÍ. Mjølnir vann fyrra finaludystin 3-0 og verður tí meistari, um teir vinna dystin í dag – sama hvat settmunurin verður. Vinnur SÍ dystin – sama hvat settmunurin verður – hava bæði liðini vunnið hvør sín dyst, og so skal meistaraheitið avgerast við gullsetti, sum gongur upp í 15.