Í dag hækkar tann evropeiski miðbankin rentuna

Hækkar rentan við 0,75 prosentstigum, er talan um størstu rentuhækkingina síðani meginparturin av ES-londunum byrjaðu at nýta evruna sum gjaldoyra

Høvuðssæti hjá evropeiska miðbankanum er í Frankfurt. (Mynd: EPA-EFE).
Kristian Waag Dam
8. september 2022 kl. 11:25

Serfrøðingar hava spátt, at tann evropeiski miðbankin í Frankfurt seinni í dag fer at hækka rentuna. Ivamálið er bara, hvørt rentan hækkar við 0,5 prosentstigum ella 0,75 prosentstigum.

Hækkar rentan við 0,75 prosentstigum, er talan um størstu rentuhækkingina síðani meginparturin av ES-londunum byrjaðu at nýta evruna sum gjaldoyra.

Endamálið hjá evropeiska miðbankanum er at halda inflatiónini á tí støði, ið prísirnir hækka, vanliga er hetta tvey prosentstig um árið.

Men inflatiónin í Evropa hevur verið høg undanfarnu mánaðirnar. Bert í august mánað hækkaði rentan við meir enn níggju prosentstigum.

Orsakað av høgu inflatiónini seinastu mánaðirnar eru serfrøðingar vissir um, at evropeiski miðbankin fer at hækka sína rentu, við tí fyri eyga at tálma ógvusligu inflatiónini.

Hvørt miðbankin hækkar rentuna við 0,5 ella 0,75 prosentstigum finna vit útav klokkan 12:45, tá evropeiski miðbankin kunngerð rentuhækkingina.