Í dag verður seinasta umfarið í Premier League leikt

Arsenal og Manchester City hava møguleikan at blíva enskir meistarar í dag

Ragnar Sjúrðarson
19. mai 2024 kl. 13:30

Í dag verður sett punktum við Premier League 2023/24.

Tvey feløg kunnu fara avstað við meistaraheitinum, men Manchester City eru stórfavorittar. Oddsini uppá at Manchester City lyftir steypið seinni í dag eru 1.06, meðan ein fær pengarnar 10 ferðir aftur um Arsenal vinnur Premier League í dag.

Manchester City tekur ímóti West Ham, ið als onki hevur at spæla fyri, og Arsenal skal spæla ímóti Everton.

Skuldi tað eydnast Arsenal at vunnið meistaraheitið á seinasta leikdegi, slær felagið eitt 35 ára gamalt met.

Liðið hjá Mikel Arteta kann blíva fyrsta felagið síðan kappingarárið 1988/89, sum vinnur Premier League uttan at hava sitið á fyrstaplássinum áðrenn seinasta umfar. Seinast hetta hendi var tað The Gunners, ið fóru avstað við meistaraheitinum.

Í dag eru tað 20 ár liðin síðan Arsenal seinast vann Premier League, tá Arsene Wenger, sum einasta venjarin nakrantíð, fór ósigraður í gjøgnum eitt Premier League kappingarár.

Í hinum endanum av stigatalvuni eru Burnley og Sheffield United farin niður í Championship, meðan Luton Town enn hevur ein svinnandi lítlan teoretiskan møguleika. 

Ikki bara skal Luton vinna á Fulham, meðan Nottingham Forest skal tapa fyri Burnley – tí umframt at hava trý stig meira enn Luton, hevur Nottingham eisini ein málmun á minus 19 og Luton hevur minus 31.

Á máltindinum er Erling Haaland greitt á fyrstaplássinum undan seinasta umfarinum við 27 málum. Nummar tvey er Cole Palmer við 22 málum, meðan Alexandar Isak hevur skotið 20 mál.

Allir dystirnir byrja klokkan 16:00.