

Roknskapurin hjá Eysturkommunu fyri 2022 varð góðkendur á býráðsfundinum í gjár. Tilsamans vóru inntøkurnar 127,5 milliónir og tað eru 13,6 milliónir hægri enn mett.
Rakstrarútreiðslurnar vóru 100,6 milliónir og tað eru 100.000 lægri enn ætlanin var, sigur kommunan á heimasíðu síni. Sostatt var rakstrarúrslitið 26,9 milliónir, sum er 13,2 milliónir betri enn ætlað.
Árið í fjør var hart rakt av prísvøkstri, men í Eysturkommunu fegnast tey um, at tey kortini kláraðu at halda útreiðslunum undir tað, tey høvdu ætlað, sigur Eysturkommuna á heimasíðu síni.
Størstu útreiðslurnar vóru á almanna- og heilsuøkinum og til økið, sum eitur børn og ung.
Til hesi bæði økini vóru brúktar ávikavist 31% og 24% av samlaðu rakstrarútreiðslunum. Her er talan í stóran mun um eldra- og ansingarøkið.
Í fjør vórðu íløgur gjørdar fyri 42,4 milliónir.
Nógvar ymiskar íløgur vórðu gjørdar, men tær størstu vóru hesar:
Nýggi dagstovnurin við Gøtugjógv
Útstykking í Leirvík
Kirkjugarðurðin í Leirvík er gjørdur størri
Hitaskipan til skúlan og Giljagarð í Leirvík
Svimihylinurin er umvældur
Tilsamans vórðu 36 milliónir kr. brúktar til hesar verkætlanir.
Á nýggjárinum var nettoskuldrin 43 milliónir sum er 39 prosent av eini álíkning.
Fyrr í ár hevur løgtingi samtykt, at umframt inntøkurnar frá persónskatti, skal aftuberingin frá Landinum fyri eldraøki, eisini telja við tá ið álíkningin verður gjørd upp.
Hetta merkir at eftir nýggja roknimátanum var nettoskuldin 32 prosent av eini álíkning á nýggjárinum. Tað gevur sostatt kommununi møguleika at upptaka lán uppá 100 milliónir, áðrenn kommunan rakar skuldarmarkið, sigur Eysturkommunan á heimasíðuni.