Í fongsul fyri at smugla kokain til Føroya

Talan var um eina kvinnu og hon tók við dóminum

Áki Bertholden
22. mai 2023 kl. 13:18

 Føroya Rættur hevur í dag dømt eina 31 ára gamla kvinnu eitt árs treytaleysa fongsulsrevsing fyri at smugla kokain til Føroya.

Kvinnan, ið er donsk, kom til Føroya við flogfari tann 5. mai. Hon hevði umleið 100 gramm av kokaini uppi á sær, tá hon bleiv steðgað av tollarunum á flogvøllinum.

Kvinnan bleiv handtikin av løgregluni og síðani hevði ákæruvaldið hana í grundlógaravhoyring í Føroya Rætti, har hun bleiv varðhaldsfongslað til í dag, tá málið varð viðgjørt í Føroya Rætti. 
Kvinnan játtaði seg seka. Ákæruvaldið metti, at hon skuldi hava minst eitt árs fongsulsrevsing. Hesum tók Føroya Rættur undir við.
Kvinnan tók við dóminum, sum hon skal sita beinanvegin, sigur løgreglan