Í gjár var tað ókeypis hjá bilførarum - men tað verður ikki hvørja ferð

Løgreglufólkini vóru í lagaliga lagnum í gjár

Áki Bertholdsen
15. mai 2024 kl. 08:13

Í gjár steðgaði løgreglan fleiri bilum har bilførarar kundu fingið bót, men har teir sluppu við eini átalu ístaðin.

Á Stangavegnum í Klaksvík eru tey í ferð við ymiskt vegarbeiði og í tí sambandi er eitt strekki lagt um til einvegis ferðslu. Har er heldur ikki loyvt at koyra 50, sum vanligt í bygdum øki, men bara 40.

Men tað gongur illa hjá bilførarum har norðuri at venja seg við tað, - ella virða teir bara ikki skeltini - tí tað er í heilum, at teir koyra øvugtan veg, og at teir eisini koyra ov skjótt.

Hendan dagin var løgrelan á Stangavegnum og har fingu átta bilførarar klipp og bót í koyrikortið fyri at koyra øvugtan veg har vegurin er einvegis. Ein annan dagin fingu tríggir bilførarar bót fyri at koyra ov skjótt.

Og aftur í gjár var løgreglan á Stangavegnum í trimum umførum, bæði um morgunin og seinnapartin. Og í gjár steðgaðu teir heili sjey bilum, sum koyrdu øvugtan veg.

Hesaferð vóru teir lagaligir, tí teir góvu ikki bilførarunum bót og klipp í koyrikortið, sum vanliga revsingin er. Heldur góvu tey bilførarunum átalu og royndu at fáa teir at skilja, at skeltini skulu virðast. Ikki minst hevur tað týdning fyri trygdina hjá teimum, sum arbeiða, tí tey vænta ikki, at bilar koyra øvugtan veg.

Løgreglan sigur, at tey fara framvegis at hava eyguni eftir ferðsluni á Stangavegnum - men næstu ferð er tað ikki sagt, at tað verður ókeypis at koyra øvugtan veg.

Løgreglan gjørdi eisini ferðslukanningar við skúlar og har vóru nakrir bilar steðgaðir tí børnini brúktu ikki trygdarútgerðina eftir forskriftunum. Tey sótu í trygdarbelti, men við skúlatasku á rygginum, og tá ger trygdarbelti ongan mun, tí so hava børnini onka nakkastúttu, skuldu tey enda í einum ferðsluóhappi.

Men eisini í hesum føri var løgreglan í lagaliga lagnum og góvu foreldrunum eina áminning um, at børnini skulu ikki hava skúlatasku á bakinum, tá ið tey sita í trygdarbelti.