Í kvøld verður hámarksferðin á Hvítanesvegnum sett niður

Í kvøld, mikukvøld 25. Januar, klokkan 18 til hósmórgunin 26. Januar kl. 6 verður hámarksferðin sett niður á Hvítanesvegnum

Ragnar Sjúrðarson
25. januar 2023 kl. 17:20

Kommunan grevur á Hvítanesvegnum í kvøld/nátt og tí verður ikki loyvt at koyra skjótari enn 30km/t. 

Tað skrivar torshavn.fo

Talan er um vegastrekkið frá Kúrdalsvegi niðan til rundkoyringina á Hvítanesvegnum.