Í nátt skal klokkan flytast

Vit missa eina tíma av náttini í nátt, men afturfyri verður dagurin ljósari

Dimma.fo
25. mars 2023 kl. 11:08

Í nátt verður farið yvir til summartíð, og sostatt skal klokkan flytast ein tíma fram. Tað merkir, at klokkan 1.59 í nátt, skal klokkan flytast fram til klokkan 3.00.

Sostatt missa vit ein tíma av svøvni í nátt, ella ein tíma av veitsluni, men afturfyri verða dagarnir ljósari.

Summi fløkjast í, hvønn veg, klokkan skal flytast, men reglan er, at hon skal altíð flytast ímóti summarinum. Tað merkir, at nú skal hon flytast fram ímóti summarinum og í heyst skal hon flytast ein tíma aftur ímóti summarinum.

Summartíð hevur verið í yvir 100 ár, men hesi seinastu árini hava øll ES londini havt felags summartíð.