ÍF er framvegis í tungum sjógvi

Fyri triðju ferð í ár eydnaðist tað 07 Vestur at vinna fulla úrtøku ímóti fuglfirðingum

Jóannes Hansen
16. september 2023 kl. 17:37

Tað var eingin ivi, tá ið ÍF í dag hevði vitjan av 07 Vestur. Gestirnir rigga til at fara úr Fløgugerði í Fuglafirði, og í viðførinum hava vágamenn 3-0 sigur og trý stig. Hetta er triðja ferðin í ár, at 07 Vestur vinnur fulla úrtøku ímóti ÍF.

Sera stinni miðverjin og liðformaðurin Daniel Obbekjær legði gestirnar á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við brotssparki, sum varð dømt, tí Oddur í Haraldstovu Petersen varð hildin. Hann avloysti í dag Uros Stojanov í fremstu ódnini.

Sjey minuttir seinni varð 2-0. Málskjútti var vongverjin í vinstru Ási Dam úr vinstru eftir framlegging úr høgru frá Jasper Van Der Heyden.

Hálvleiksstøðan var altso 2-0, og fram ímóti dystarenda var tað innskifti Albert Theis Nielsen, sum í tíðini, dómarin legði aftrat vanligu tíðini, staðfesti 3-0 sigurin.

Tveir av eyðsýndu 07 Vestur spælarunum áttu uppspælið. Miðvallarin Janus Svabo Samuelsen stak bóltin fram í høgru, har vongverjin Mathias Voss rann frá mótstøðumanninum og legði bóltin fyri føturnar á Abert Theis Nielsen, sum stýrdi bóltin í málið. Hetta var aðru ferð, at Albert Theis Nielsen var málskjútti í bestu deildini. Fyrra málið skoraði hann fyri tveimum árum síðani, tá ið tað 12. september endaði 2-2 á Dungasandi, har B36 var gestur.

Breiddin og tyngdin var størri á 07 Vestur liðnum, enn hon var á heimaliðnum. Mathias Voss og Daniel Obbekjær hava víst seg at vera plettskot, síðani teir vórðu keyptir at hjálpa til, og Ási Dam, sum  er leigaður úr HB, er hollur vongverji í vinstru. Dánjal Pauli Lervig var miðverji í 1. hálvleiki, men so noyddist hann at gevast, og avloysarin  Eiler Fróðason stóð seg væl.

ÍF skifti eftir steðgin til at spæla 3-5-2, og tá riggaði samanspælið í løtum hampuliga væl. Kortini vóru tað tveir eyðsýndir trupulleikar. Annar var, at ov nógv mistøk vóru í uppspælinum, og hin var, at tá ið tað eydnaðist at spæla Jhon Mena leysan, og hann stríddi seg til møguleikar, so var síðsta avgerðin ikki so skilagóð.

-Hetta var dystur við fleiri møguleikum, og vit áttu teir flestu. Tí var tað sambært spæli og møguleikum, at vit miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraðu tvey mál. So vóru vit ikki nóg savnaðir um uppgávuna, og tað bar við sær, at ÍF í seinna hálvleiki var meiri við í spælinum og spældi seg til møguleikar, áðrenn vit staðfestu sigurin, sigur 07 Vestur liðformaðurin Daniel Obbekjær í samrøðu við FM1.

-Teir vóru leikliga omaná í 1. hálvleiki, men málini vóru tilvildarlig og bílig. Tað fyrra var brotsspark, sum vit hildu vera sera bíligt, og tá ið teir skoraðu seinna málið, tamdi maðurin bóltin við arminum. Tað sóu øll uttan dómarin. So varð tað tungt í 2. hálvleiki, tá ið vit vóru nógv  á bóltinum. Trupulleikin er, at vit ikki skora mál, staðfestir ÍF vetranurin Dánjal á Lakjuni í samrøðu við FM1.

 

ÍF – 07 Vestur 0-3 (0-2)

0-1: Daniel Obbekjær br

0-2: Ási Dam

0-3: Albert Theis Nielsen

Dómari: Eiler Rasmussen

07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Mathias Voss, Daniel Obbekjær, Dánial Pauli Lervig (Eiler Fróðason, 46.), Ási Dam – Janus Svabo Samuelsen, Høgni Egilstoft Nielsen – Jasper Van Der Heyden, Jóannis á Steig, Jóhann Hansson Joensen – Oddur í Haraldstovu Petersen

ÍF: Tóri Traðará – Elias J. Lervig, Tóri Nolsøe Olsen, Jan Ó. Ellingsgaard, Hans Jákup J. Lervig – Ruber Møller Nielsen, Elvio Gelmini – Dánjal á Lakjuni, Jóhann J. Højbro, Gundur E. Petersen – Jhon Mena Perez

20

18

1

1

51

14

55

B36

21

16

1

4

46

17

49

HB

21

15

2

4

57

17

47

Víkingur

21

13

3

5

52

20

42

07 Vestur

22

10

4

8

37

32

34

EB/Streymur

20

6

2

12

22

37

20

B68

21

4

6

11

21

37

18

TB

21

4

4

13

13

46

16

ÍF

22

4

0

18

19

61

12

AB

21

3

1

17

16

53

10