ÍF leitar eftir nýggjum venjara

Í kvøld er fyrsti venjarin í ár farin úr starvi

Jóannes Hansen
17. apríl 2024 kl. 21:12

So gekk tað ikki meir. Í fimm teimum fyrstu umførunum hevur ÍF einki stig vunnið, og málmunurin er 1 – 24.

Tí er tað ikki óvæntað, at ÍF í kvøld boðar frá, at Alexandar Jovevic er farin úr venjarastarvinum, og at Bartal Eliasen ikki heldur fram sum hjálparvenjari.

ÍF orðar seg soleiðis á facebookvanganum:

Starvsnevndin skal boða frá at, Ítróttarfelag Fuglafjarðar og venjaratoymið, Alexandar Jovevic og Bartal Eliasen, eru vorðin samd um at enda samstarvið.

ÍF takkar Alexandar og Bartali fyri tíðina og ynskir teimum alt tað besta framyvir.

Arbeiðið at finna nýtt venjaratoymi til besta mansliðið er farið í gongd, skrivar ÍF. 

ÍF er fyrsta felag í ár at skiftia venjara.

Í sætta umfari fer ÍF sunnudagin at spæla á heimavølli ímóti NSÍ.