Inflatiónin í USA er hægri enn væntað

Brúkaraprísirnir í USA hækkaðu við 3,1 prosentum í januar í 2024 samanborið við januar í fjør

Ragnar Sjúrðarson
13. februar 2024 kl. 20:22

Brúkaraprísirnir í USA hækkaðu við 3,1 prosentum í janur í ár samanborið við januar 2023. Greinarar høvdu annars spátt, at inflatiónin fór at liggja á 2,9 prosentum.

Samstundis hækkar talið av fólkum í arbeiði, lønarvøksturin er vaksandi og bústaðarprísirnir fara uppeftir

Sambært Tore Stramer, sum er høvuðsbúskaparfrøðingur í Dansk Erhverv, eru tølini eitt tekin um at amerikanarar enn ikki hava fingið tamarhald á inflatiónini. 

-     Sum tingini síggja út nú, vænta vit at ein rentuhækkan í fyrsta lagi kann koma uppá tal í juni, skrivar hann í eini viðmerking.

Amerikanski meginbankin hevur sum mál, at inflatiónin uppá sikt skal niður á tvey prosent.