Ingason er aftur við Stórá

Tað eru knappliga 11 ár síðani, at 27 ára gamli Poul Ingason fyri fyrstu ferð var á besta liðnum hjá TB

Jóannes Hansen
28. januar 2023 kl. 21:02

TB skrivar  soleiðis í kvøld:

Gleðilig tíðindi, hetta heldur illfýsna leygarkvøldið í januar. Poul Ingason, ein av okkara allar royndastu leikarum, hevur júst sett sína undirskrift á sáttmála fyri 2023.

Poul er 27 ára gamal og hevði sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá TB hin 25. mars í 2012, bert 16 ára gamal. Tað sermerkta við hesum dysti var, at hann var á Eiðinum í Vági. Ítróttardepilin við Stórá stóð í gerð tá og fyrstu dystirnir á árinum vórðu spældir í Vági, áðrenn vøllurin í Trongisvági varð tikin í nýtslu.

Poul hevur spælt uml. 160 dystir fyri besta liðið og hevur skorað 44 mál, so Poul er ikki hvør sum helst at fáa við í hópin og tað eru vit sera takksom fyri í TB. Poul spældi eisini 77 dystir fyri besta og næstbesta liðið hjá HB, har hann skoraði 27 mál.

Seinasti dystur hjá Poul fyri besta liðið hjá TB var 1. november 2020. Krútsterki leikarin, við tí óvanliga harða skotinum og fantastiska loftspælinum, verður tíbetur aftur at síggja í TB-búnanum í ár og kann hann, fyri uttan at vera ein fantastiskur styrkur á vøllinum, eisini geva nakað av sínum mongu royndum í føroyskum fótbólti, víðari til okkara ungu, lovandi leikarar.

Hjartaliga vælkomin heim aftur Poul – saknur hevur verið í tær!

Einaferð TB – altíð TB!!!

(Kelda: FaroeSoccer)