Innflutningurin minkaður knappar 400 milliónir krónur í 2023

Samlaði vøruinnflutningurin var 11,8 milliardir krónur í 2023, hetta er 3,3% lægri enn í 2022

Myndir: hagstova.fo
hagstova.fo
19. februar 2024 kl. 22:49

Prísurin á brennievni var nakað lægri í 2023 enn í 2022. Innflutningsvirðið á brennievni er minkað 530 milliónir krónur, ella 23,2%. Stórur vøkstur í innflutninginum av rávøru til fiskavirking og tilfari til hav og landbúnað. Her vaks innflutningurin ávikavist 226 milliónir krónur og 135 milliónir krónur.

 Nógv innflutt av rávøru til fiskavirking

Innflutningsvirðið av rávøru til fiskavirking og tilfari til hav og landbúnað er vaksið nógv seinastu áini.

Vís fleiri grafar

Vís talvur (Hagtalsgrunnur)