

Innflutningurin teir fyrstu níggju mánaðirnar í ár, hevur verið 39 prosent størri enn innflutningurin í sama tíðarskeiði í fjør. Hetta vísir nýggja uppgerðin hjá Hagstovuni.
Frá januar til og við septembur hava Føroyar innflutt fyri 9, 3 milliardir krónur. Hetta er ein vøkstur á 39 prosent í mun til í fjør. Um skip og flogfør ikki verða tikin við, er vøksturin sløk 25 prosent.
Oljuprísurin er hækkaður nógv hetta seinasta árið, og tað sæst eisini aftur í innflutninginum. Sambært uppgerðini hjá Hagstovuni, hava Føroyar innflutt fyri 717 milliónir krónur av brennievni. Hetta er 72, 5 prosent meira enn í sama tíðarskeið í fjør.
(Mynd: Hagstova Føroya).
Í bólkinum rávøra til aðra framleiðslu sæst eisini ein stórur vøkstur. Har er innflutt fyri 408 milliónir krónur meir, sum svarar til ein vøkstur á 29 prosent.
Kelda: Hagstova Føroya