Iran setur ikki nýggjan sendiharra í Svøríki eftir koranbrenning

Fleiri arabisk lond hava fordømt brenningini av heilagu bókini hjá muslimum, og funnist at Svøríki fyri at loyva brenningini

Maðurin, sum brendi koranina í Stockholm, hevur røtur úr Irak og vildi við brenningini átala Islam.
Ragnar Sjúrðarson
2. juli 2023 kl. 20:15

Iran fer ikki at seta ein nýggjan sendiharra í Svøríki, sum landið annars ætlaði at gera.

Orsøkin er, at ein maður brendi eina koran uttanfyri eini mosku í Stockholm fyri nøkrum døgum síðani, skrivar Reuters.

At Svøríki loyvdi brenningini hevur fingið eld í fjúsið hjá fleiri muslimskum londum.

-    Vit hava útsett ætlanina við at seta ein nýggjast sendiharra í Svøríki orsaka av at svenska stjórnin loyvir vanæran av tí heilagu koranini, skrivar iranski uttanríkisráðharrin, Hossein Amir-Abdollahian, á Twitter.

Londini Irak, Marokko og Jordan kallaðu teirra sendiharrar inn til samrøðu beint eftir koranbrenningina í Stockholm.