IRF steðgar innsavning av burturkasti
Tað er ikki bert í høvuðsstaðarøkinum, at einki burturkast verður savnað inn, nú at verkfall valdar.
Rúni Korsgaard
14. mai 2024 kl. 20:05
IRF boðar í tíðindaskrivi frá, at verkfallið rakar renovatiónsfelagsskapin frá á midnátt í dag til at galda frá 15 mai.
Hetta hevur sostatt við sær, at burturkastsinnsavning ei heldur verður aðrastaðni í landinum, meðan at verkfall er.
Umframt innsavning av burturkasti hjá húskjum, fevnir arbeiðssteðgurin hjá IRF eisini um innsavning frá vinnu og endurvinningarplássum. Somuleiðis steðgar øll innsavning av rottangaevju, spillolju og oljudálkaðum vatni greiðir IRF frá í tíðindaskrivi í dag.