Íslendski forsetin heilsaði uppá løgmann

Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, vitjaði í morgun í Tinganesi, har hann heilsaði uppá løgmann, Bárður á Steig Nielsen

Her síggjast løgmaður og Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson. Mynd: lms.fo
Kristian Waag Dam
10. mai 2022 kl. 12:16

Íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannesson, vitjaði í morgun í Tinganesi, har hann heilsaði uppá løgmann, Bárður á Steig Nielsen. Sambært løgmannskrivstovuni, vísti løgmaður á sterku vinabondini millum Føroyar og Ísland. Íslendski forsetin legði aftrat, at hann fegnaðist um, at hansara fyrsta vitjan eftir koronafarsóttina var til Føroyar.

Guðni Th. Jóhannesson er ikki ørindaleysur í Føroyum. Hann er á arbeiðsvitjan, har hann millum annað skal halda ein almennan fyrilestur á Fróðskaparsetri Føroya við heitinum “Nationalism in Turbulent Times". Almenni fyrilesturin verður tann 10. mai klokkan 17 í Kongshøll á Fróðskaparsetri Føroya.

Guðni Th. Jóhannesson hevur verið forseti síðani 2016. Áðrenn Guðni Th. Jóhannesson tók við sum forseti í Íslandi, var hann professari í søgu á lærda háskúlanum í Íslandi. Haraftrat hevur hann undirvíst á lærda háskúlanum í Reykjavík, Bifröst og á lærda háskúlanum í London.