Íslendskur punkrokkur á G!

- Hesar fýra kvinnurnar úr Reykjavík eru garrvillar, siga fyriskipararnir

Mynd: Jim Bennett
Fríðmundur Nattestad
23. apríl 2024 kl. 10:30

G! Festivalurin hevur í morgun kunngjørt nýggjasta navnið á skránni í summar: GRÓA.

Fyriskipararnir skriva soleiðis í tíðindaskrivi:

Íslendski bólkurin GRÓA kom brestandi á pall í 2018. Líka síðani hevur hann tikið öll á bóli við sínum óskikkiliga lyndi. Hesar fýra kvinnurnar úr Reykjavík eru garrvillar.

Til eina vanliga punk konsert fært tú ofta nokkso nógv av tí sama - alt gott um tað, soleiðis er hesin estetikkurin nú einaferð. Men GRÓA hevur funnið sín egna leist innan punk og listarligan gang.

Í sínum örskapi er alt tó lagt óvanliga væl til rættis.
Trummurnar byggja tónleikin upp á púra egnan hátt, og konsertin er nógv fjölbroyttari enn tann vanliga punkframförslan.

Fleiri umboð frá G! hoyrdu bólkin í Washington, USA, farna heyst, og vóru öll samd um, at GRÓA er ein bólkur vit máttu hava á G! 2024. Nú koma tær, og tú mást fara!